Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Í gjár vóru Tóra við Keldu, forkvinna og Bárður A. Ísheim, aðalskrivari í MEGD á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá.

Tóra við Keldu, forkvinna, greiddi frá um virksemi hjá MEGD, sum er meginfelag fyri 24 limafeløg við tilsamans umleið 4.000 limum. Á fundinum varð millum annað komið inn á, at tað er umráðandi at limirnir hjá MEGD verða hoyrdir í sambandi við lógaruppskot, kunngerðir og annað.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, greiddi millum annað frá skipanini við sjúklingaleiðbeinarum í Sjúkrahúsverkinum. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarunum er millum annað at arbeiða við viðgerðargongdum, og at hava ein virknan leiklut í at skipað góðar sjúklingagongdir.

Tað er møguligt hjá sjúklingum og avvarðandi at ringja til sjúklingaleiðbeinararnar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi viðgerðargongdum.

- Tað er umráðandi at atlit verða tikin til allar viðkomandi partar, sum hava tørv á tænastum í heilsuverkinum. Tí taki eg eisini væl ímóti áheitanini um at hoyra limirnar hjá MEGD, tá ið avgerðir skulu takast, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo