Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hví tiga ST og stovnar felagsskapsins?

Hví hava hesir ikki fyri mánaðum síðani givið hamaz kravboð um at lata gíslarnar leysar?

Hví letur heimurin um seg ganga, nú ½ ár í morgin er farið afturum, síðani illgerðirnar vórðu framdar í Gaza?

Hví skipar heimssamfelagið ikki fyri mótmælum og átøkum móti terrorfelagsskapinum, sum alment reypar av óndskapi sínum?

Høvdu USA, Ruslandi, Kina, Danmark, ella hvat land enn varð rakt av slíkari illgerð, latið staðið til?

Høvdu hesi og onnur goymt og gloymt hesi líðandi menniskju, nýføðing, smábørn, unglingar, kvinnur og menn, um tey vóru teirra egnu?

Hví harta tey teir hart raktu Ísraelar, sum desperatir av sorg royna at fría síni kæru úr fangaskapi og misnýtslu?

Hví tóku tey ikki lógvatak saman við Ísraelum frá degi eitt, fyri at steðga óndskapinum?

Hava vit sæð hesa tøgnina áður, tá tað um Ísrael ræður?

Hava vit sæð hetta svikið áður, jødum viðvíkjandi?

Gud hin almáttugi fyrigevið okkum svikið.

Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo