Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Annaðhvørt ár hittast umboð fyri øll norðurlondini á ráðstevnu, har ljós verður varpað á venjaraútbúgvingina og leikaramenningina. Londini skiftast um at vera vertir, og í ár varð stevnan hildin í Føroyum.

– Eftir ætlan skuldi ráðstevnan havt verið í fjør, men korona vildi tað øðrvísi. Men nú eydnaðist, og eg haldi at vit fingu nógv burturúr. Á skránni vóru fleiri spennandi framløgur og gott kjak, og sum heild vóru luttakararnir væl nøgdir, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt framløgur og kjak, vitjaðu luttakararnir eisini í Víkingi, har teimum bleiv greitt frá gerandisdegnum í einum føroyskum fótbóltsfelag.

Endamálið við ráðstevnuni er at deila vitan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum, og at viðlíkahalda netverkið millum tey, ið hava líknandi starvsuppgávur í fótbóltssambondunum kring okkum.

– Tað er einki at ivast í, at hesar ráðstevnur eru mennandi fyri øll norðurlondini, tí sjálvt um vit eru ymisk í stødd, so hava vit meir ella minni somu avbjóðingar. Tað er tískil sera gevandi, at vit kunnu hittast soleiðis, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Norðurlendska ráðstevnan innan venjaraútbúgving og leikaramenning verður aftur í 2023, og tá verður danska fótbóltssambandið, DBU vertur fyri stevnuni.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo