Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Hálvfinala, menn:
SÍ – Fleyr 3-2 (25-22, 23-25, 20-25, 25-23, 15-12)

Lagið í Sørvági er avbera gott í kvøld eftir at bæði mennir og kvinnurnar hava spælt eg steypafinalurnar. Fyrr í dag vunnu kvinnurnar 3-2 á TB og í kvøld vunnu menninir 3-2 á Fleyr.

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-22, vann Fleyr annað og triðja, og var eisini væl á veg at vinna tað fjórða, tá tað legði seg á odda 11-5. Men SÍ kom afturíaftur og javnaði til 16-16. Fleyr vann seg framumaftur 20-17, men SÍ javnaði aftur til 20-20, og fór framum og vann settið 25-23 við einum smassji frá Bjarni Joensen.

Og skuldi slagið avgerast í javnbrótaranum. Støðan gjørdist 6-6 og síðan 10-10,  tá SÍ fór tvey stig framum og fekk dystarbólt við 14-12. Tá mundi SÍ lorkað tað burtur, tí teir høvdu sett skeivan mann at serva, men teir bjargaðu støðuni áðrenn skaðin hendi, og so servaði Bjarni, og blokkurin við Tóka í Haraldstovu og Juliani Vest Niclasen beindi smassjið frá Fleyr í gólvið til 15-12, og so var SÍ í steypafinaluni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo