40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Lærarafelagið mótmælir harðliga, at Mentamálaráðið gevur einum av limum okkara boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í hansara egna skúla. Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg grovliga til viks. Skúlastjórin vísir á, at tíðarætlanin fyri bygnaðarbroytingunum í Sankta Frans skúla er so knøpp, at tað er neyðugt at avgerðin verður tikin beinanvegin. Hann er í sínum fulla rætti at umtala og kunna almenningin um hesi viðurskiftini, sum snúgva seg um hansara egna heimildarøki.

Mentamálaráðið átti sum umsitari av fjølmiðlaøkinum verið tann fyrsti myndugleikin, sum av øllum alvi royndi at verja rættin hjá starvsfólki at úttala seg. Signalvirðið í avgerðini hjá Mentamálaráðnum um at geva skúlastjóranum munnkurv er, at alment starvsfólk ikki skulu úttala seg um egin viðurskifti. Hetta er beinleiðis í andsøgn við demokratiska tíðarandan og førda politikkin í landinum. Lærarafelagið mótmælir við hesum harðliga avgerðini og heitir á landsstýriskvinnunnuna um at kanna málið innahýsis í Mentamálaráðnum og seta forboðið úr gildi.  

v/Lærarafelagið
Herálvur Jacobsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo