Visit Runavík: Mentanarvikan í Runavíkar kommunu í ár verður í døgunum 21.-28. apríl.
Til ársins mentanarviku, hava íbúgvar í Runavíkar kommunu saman við øðrum góðum kreftum av sonnum spílað seg út, við nógvum góðum íkasti til skránna. Skráin er spennandi, umfevnandi og rúgvusmikil, og hevur okkurt til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdum, so nú er lagamanni at vitja hvønn krók í kommununi.
Umframt faldaran, sum í næstum verður borin út í hvørt húski í Runavíkar kommunu, hava vit í ár eina talgilda skrá, ið javnan verður dagførd – mentanarvikan.fo. Goym tær leinkið og fylg við!
Vit kunnu longu nú avdúka nøkur brot úr rúgvusmiklu skránni. Upptaktin til Mentanarvikuna er tiltakið ’Hitt Glyvrar’ - 18 konsertir, 9 hús, 9 tónleikabólkar. Í Funningi verður spennandi víkingatiltak fyri børn og familjur. Harumframt eru fleiri gongutúrar, verkstovur, fotoskeið, listaframsýningar, fyrilestrar, konsertir og mangt, mangt annað. Sí skránna á mentanarvikan.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo