Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókasavnið við Løkin er í einum góðum stima fyri tíðina. Hagtølini vísa, at bókasavnið hevur havt tvífalt so nógv vitjandi í 2019 í mun til 2018. Harumframt er útlánið til almenningin tað størsta nakrantíð í 2019.

Rákið í hinum norðurlondunum í dag er, at útlánið minkar, ímeðan vitjanartølini hækka støðugt. Tað vísir seg at nógv nýta bókasøvnini, men ikki bert til at leita sær vitan og upplýsing. Í stóran mun er bókasavnið í dag eitt neutralt stað har tú kanst vera, arbeiða, lesa og hitta onnur.

Tað sum vit royna at leggja okkum eftir er, at bókasavnið skal vera eitt stað har øll kenna seg vælkomin, og enn meira, eitt stað sum okkara borgarar føla at tey eiga lut í. Bókasavnið er jú okkara.

Eitt væleydnað tiltak sum vit byrjaðu í 2018 er Søguløtan. Aðruhvørja viku lesa vit eina barnabók og bjóða ein drekkamunn afturvið – og hendan hugnaliga løtan hevur rættiliga fingið vind í seglini hjá bókasavninum. Bæði børn og vaksin hava tikið hetta tiltakið til sín, og tey sum lesa fyri børnunum eru ymisk sjálvboðin fólk sum lesa eina yndis- ella serliga bók. Á Skála er eisini áhugi fyri søguløtuni, og ætlanin er at triðju hvørja viku skal ein søguløta vera á skúlabókasavninum á Skála eisini.

Lesiringurin, ið er eitt samstarv ímillum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin, er eisini ein fastur táttur, og hann gongur væl - við rímiliga nógvum vitjandi. Samstarvið við Løkshøll hevur eisini hilnast væl, og ma. stroymdu fyrilestrarnir úr Aarhus Universitet eru væl móttiknir

Ársfrágreiðingar, hagtøl og yvirlit yvir tiltøk farin ár, kunnu lesast á heimasíðuni hjá bókasavninum: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo