At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV:  Samstundis sum burðardygga elframleiðslan í Suðuroy i oktober kom upp á 84%, hevur eisini hilnast væl í meginøkinum.

Heili 70% av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum, harav 43% úr vatni og 26% úr vindi. Higartil í ár eru 49% av orkuni úr varandi orkukeldum. Somu tíð í fjør vóru 35% úr varandi orkukeldum. Í tilsamans 12 samdøgur var framleiðslan yvir 80% grøn.

Fyri alt landið var býtið í oktober tilsamans góð 71% varandi orka og 29% olja.

Vatnorkuframleiðslan ger munin
Vøksturin í grønu framleiðsluni higartil í ár stavar partvís frá nýggjum framleiðslumátti úr vindi, men serliga sæst stórur vøkstur í framleiðsluni úr vatni.  

Vatnorkuframleiðslan hevur ongantíð verið so stór sum í ár. Í 2015, sum higartil er metár fyri vatnframleiðslu, vóru 99,5 GWt framleiddur tann 31. okt. Higartil í ár hava vatnorkuverkini hjá SEV framleitt 103 GWt, sum svarar til ein 40% vøkstur í mun til 2021.

Nýggju vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti hava økt um vindframleiðsluna higartil í ár við 16 GWt. Men eisini hevur hilnast betur hjá vindfeløgunum hjá SEV; Húsahagi hevur higartil framleitt 25,2 GWt, og Neshagi hevur framleitt 9 GWt, í mun til ávikavist 23,5 og 8 GWt í 2021.

Framleiðslan úr termiska orku fyri alt landið er minkandi, og fram til 31. okt vóru íalt framleiddir 181 GWt úr termiskari orku. Árini frammanundan var tilsvarandi framleiðsla pr. 31. okt: 223 GWt í 2021, 218 GWt í 2020 og 188 GWt í 2019. 

Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis vaksandi. Í oktober var framleiðslan 0,6% størri enn í oktober 2021. Higartil í ár er vøksturin 2,44% í mun til somu tíð í fjør, og seinastu 12 rullandi mánaðirnar hevur vøksturin verið 3,8%.

"Vit sera spent at vita, hvussu restin av árinum fer at hilnast, og hvussu orkubýtið verður við ársenda. Vónin er, at framleiðslan úr varandi orku verður omanfyri 50%, kanska nær 55%, fyri alt landið, og nær 50% fyri Suðuroy", sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo