Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin 12. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin Den, der lever stille.

Danski leikstjórin Puk Grasten (f.1986), sum er dóttir framleiðaran Regner Grasten, hevur gjørt film úr sjálvævisøguligu metsølubókini hjá Leonoru Christinu Skov, ”Den der lever stille”, sum í 2018 fekk virðislønina De Gyldne Laurbær frá donsku bókahandlarunum.

Hetta er søgan um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen), sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini. Í sjónvarpinum sær hon, at mamman (Sarah Boberg) hevur fingið bróstkrabba og er flutt á hospice. Leonora fer nú at ivast í minnunum frá barnaárunum, og hvat mundi vera veruleiki og uppspinn. Pápin í filminum er Jens Albinus.

Leonora Christina Skov (f.1976), sum hevur skrivað djúpt persónligu søguna, sigur at nýggi filmurin fullfíggjar lesiupplivingina í bókini:

- Puk Grasten har omskabt historien og universet til et nyt, originalt værk, og det kan jeg kun bifalde. Jeg synes oprigtigt, at den film er en ekstraordinær bedrift og fuldstændig tro mod de grundfølelser, som jeg om nogen kender.

Puk Grasten, sum er útbúgvin í Æbeltoft, París og New York, hevur gjørt filmin í egnari tulking eftir samnevndu bókini. Hon hevur fyrr gjørt filmin 37. Í 2017 fingu hon og Christian Thafdrup sonevndu Dreyer-virðislønina.

FILMSFELAGIÐ: 12/4 kl 20:00 Den der lever stille (Puk Grasten Danmark 2023 107 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo