Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og maður hennara Bo Tengberg eru á almennari vitjan í Føroyum í døgunum 7. – 9. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Bárður á Steig Nielsen løgmaður:
"Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í mun til trygdarstøðuna í Europa.

Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum.“

Fyrrapartin týsdagin 7. juni er fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran úti í Tinganesi. Eftir ein stuttan tíðindafund fara løgmaður og danski forsætisráðharrin á vitjan á Glasir.

Seinnapartin gongur leiðin út í Koltur, har Bjørn Paturson frá Tjóðsavninum greiður frá um Koltursætlanina. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.

Mikudagin 8. juni verður fyrst vitjað hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen tekur í móti. Í Klaksvík verður m.a. vitjað í Christianskirkjuni og hjá Føroya Bjór.

Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Ríkisfundurin verður í ár hildin í Hoyvíksgarði í Hoyvík.

Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og Grønland luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin í samstarvsráðnum, umleið kl. 16.30.

Mette Frederiksen og maðurin fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Fyrru ferð var í november 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo