40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LandsbankinRentan, sum føroysk húsarhald í miðal hava goldið á sínum bústaðarlánum í føroysku bankunum, var í januar 2023 3,96%. Tað er ein hækking á 1,05 prosentstig í mun til í januar 2022, tá hon var 2,91% í miðal.

Tjóðbankar kring allan heimin hava síðsta árið hækkað rentuna nógv fyri at basa inflasjónini. Tað ger. at eisini bankarnir hækka sínar rentur. Rentan, sum føroysk húsarhald í miðal hava goldið á sínum bústaðarlánum í føroysku bankunum, var í januar 2023 3,96%. Tað er ein hækking á 1,05 prosent stig í mun til í januar 2022, tá hon var 2,91% í miðal.

Føroyingar, ið nýta donsk realkredittlán sum bústaðarfígging, hava goldið 2,59% í rentu í miðal í januar 2023, ímeðan hon var 2,04% í januar 2022; tað er ein hækking á 0,55 prosentstig. Orsøkin til, at rentuhækkingin á realkredittlánunum ikki er eins stór, sum tann í føroysku bankunum, er at summir føroyingar hava fastrentaði realkredittlán, og sostatt er rentan ikki økt á øllum realkredittlánum (ið gevur eitt lægri miðal).

Av tí, at meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum hevur broytiliga rentu, ávirka rentuhækkingar lánsgjøldini hjá flestu húsarhaldum í Føroyum. Í januar 2023 høvdu 87% av lánunum hjá føroysku húsarhaldunum broytiliga rentu og 95% av lánunum vóru við avdráttum, sí mynd 1. Hvussu nógv rentuhækkingarnar minka um tøkupeningin eftir at útreiðslur til rentur og avdráttir eru goldnar, valdast tó støddina av skuld, og hvussu hart fyrispent einstaka húsarhaldið er fíggjarliga.

Í Føroyum hava meginparturin av teimum, sum skylda pening, eina skuld, ið er lægri enn 2 mió. kr. Um 10% hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr., sí mynd 2.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo