Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russisk børn í yngsu klassunum ganga í hermannabúna og venja at ganga í skrúðgongu sum hermenn gera. Eldru árgangirnir læra at grava skotgrøvir, kasta granatir og skjóta við veruligum lóðri.

Tað sigur CNN í einum nýggjum dokumentari.

- Stutt sagt verða børnini fyrireikað uppá kríggj, skrivar miðilin og leggur afturat, at boðini koma frá hægsta stað í Moskva.

Í august skrivaði Vladimir Putin forseti undir eina nýggja lóg sum áleggur skúlunum at læra børnini um "grundleggjandi trygdarspurningar og at verja móðirlandið".

Minst 250.000 børn og ung eru limir í sonevndum hernaðarligum patriotiskum klubbum sum skúlarnir taka stig til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo