Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroysk Miðlafólk: Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í dag havt aðalfund. Fundurin var setakliga væl møttur, nú felagið hevur sett sær nýggj mál, um at vera ein virknari og sjónligari partur av føroyskum fakfelagsarbeiði.

Formaðurin í felagnum stendur á hvørjum ári fyri beinleiðis vali á aðalfundinum, og fyri níggjundu ferð varð Jón Brian Hvidfeldt valdur sum formaður.

Øssur Winthereig, sum hevur sitið sum næstformaður í 14 ár, tók ikki við afturvali. Fyri hann er Georg L. Petersen nývaldur í nevdini. Georg hevur áður verið formaður í felagnum.

Uni Arge stóð eisini fyri vali og varð einmælt afturvaldur.

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum sær soleiðis út:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Georg L. Petersen, næstformaður

John Johannessen, kassameistari

Uni Arge, skrivari

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

Krista Johnsdóttir Kreutzmann, tiltakslimur

Jens Kristian Vang, tiltakslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo