Miðlar skriva at starvsfólkini í Twitter eru kunnað um at helvtin av teimum verða uppsøgd fríggjadagin.
Eina viku eftir at Elon Musk yvirtók felagið.
Washington Post skrivar at boðini eru send hóskvøldið í innanhýsis telduposti til øll í felagnum, sambært NRK.
Í boðunum stendur at felagið fer undir «truplu prosessina at minka um globalu arbeiðsmegina» fyri at fáa Twitter á eina «sunna kós», skrivar avísin.
Eisini Reuters og New York Times siga seg hava sæð teldupostin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo