Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað má hava verið ein stórhending í Miðvágssøgu, at menn tóku stóra takið at byggja eina rossahøll, eitt fjós til hestar. Eina høll til hestafjepparar at royna seg, at menna seg. Stórir menn taka stór tøk. Og hettar var eitt ordans tak. Kanska eitt tak fyri alla Vágoynna. Í hvussu so er, so eru vit onnur boðin við. Og tað er ikki onki. Rætt nokk, ikki eitt samarbeiðið tvørtur um bygdargarðarnar. Tí vit í Sørvági hava slett ikki verið við.

Samarbeiðið tvørtur um mørk hevur verið strilti hjá okkum her vesturi. Skal tað glíða, so er tað tá landsins myndugleikar seta okkum knívin á strúpan. Sosum við røktarheimi og heilsurøkt annars.

Sørvágur á toppinum
Hugo Fjørðoy sat í kommunalinum í Sørvági í 1958. Saman við Dánjal í Norðurstovu. Tveir menn við stórum visjónum. Tveir menn við áræði.  Og væl legðist eftir hjá teim báum. Báir høvdu teir virkið úti á kajuni. Longu tá gjørdu teir ætlan um vegakervi sum gekk uttan um Sørvág.

Brúgvin úti í Geilini, úti við hjá Selfoss, skuldi verða ein bindiliður til ætlaða vegaføring. Eina vegaføring sum skuldi ganga frá kajuni, niðan á flogvøllin og so víðari oman í Brennuna og til Miðvágs. Soleiðis at alt teirra virksemi, framtíðar transportur, kundi ganga uttanum gomlu bygdina í Sørvági. So gamla bygdin fekk frið.

Hugo segði longu í 1958, ”tað eitur ikki Sørvág, Miðvág ella Sandavág, tað eitur Vágarnar”. Ja, Vágarnar. Soleiðis tosar ein maður við visjónum. Visjónin hjá Hugo var, at vágamenn skuldu savnast fyri at standa sterkir.  

Kríggi, allir bretarnir her, lyfti Sørvág uppá nýggjar hæddir. Bretar høvdu biograf uppi á Mýrum. Billumenninir sum áður høvdu dansistovuna, tóku skjótt biografin upp, og førdu hann víðari tá bretarnir vóru farnir.

Í Sørvági var tað serliga í Norðurstovu. Teir høvdu ferðaflutningin við bussum bæðið til og frá Vágoynni, til m/b. Vesturleið í Miðvági, og eisini til fútaklett. Vesturleið áttu norðurstovumenninir. Hann sigldi úr Miðvági til Havnar og m/b Ólavur sigldi av Fútakletti bæði til Vestmanna og Kvívík.  Norðurstovu hevði allan fraktaflutningin við lastbilum millum bygda. Var tað timbur og byggjitilfarð, so var tað Norðurstovu.

Men eisini Hensar Weihe hevði timbur og byggitilfarið. Og Hjarvild Rasmussen hevði busskoyring. Í Sørvági var alt.

Fyrsta flakavirkið í Føroyum var í Sørvági. Norðurstovu Dánjal vildi meira enn saltfisk. Hann keypti fyrstu flakamaskinuna í Føroyum og bygdi frystigoymslu. Tann einasta í Føroyum uttanfyri Havnina.

Tá Sjóvinnubankin var stovnsettur eftir kríggi, so var fyrsta útideild hjá bankanum í Sørvági.  Norðurstovu Dánjal var sera framfýsin. Hann fór til Onglands at læra seg handilsvinnu. Og hann fór heilt til Brasil at kunna seg um bacalao framleiðslu. Tí bara tað besta, bara fyrstahonds kunning var tað gott nokk. Reiðaravirksemi gekk so gott, at bankabøkurnar stóðu til at sprongjast. Onkur sum hevði sæð einu bankabókina fekk ørilsi og mundi svíma.

Og so høvdu vit flogvøllin. Hugo Fjørðoy var ein oddur. Eisini hann fór út um landoddarnar. Fekk samband við íslendingar. Teir høvdu Keflavíkarbasan hjá US Airforce. Og vóru heilt frammi í skógnum, tá tað kom til flúgving. Tað dugdi Hugo at síggja. Hann var tann fyrsti sum fór ígongd við flúgving í Føroyum.

Áræði ber við sær meira áræði. Vesturvón var eitt fínt dømi um tað. Getturin vildi eisini ganga í stórum skóm. Og hann fótaði sær væl. Vesturvón, bleiv kanska tað best koyrandi reiðarí í Føroyum. Inntil sørvingar spældu tað av hondunum. Onkur segði, at tá stóðu 47 mill. á bók. Og ongin skuld.

Jú, í Sørvági var alt. Miðvingar komu til Sørvágs til arbeiðis. Teir komu til Sørvágs at síggja film. Í dans. Til sýslumannin. Til tannlæknan. Til alt. Tí her var alt. Og Miðvingar vóru sera vælkomnir.

Miðvingar sjálvir høvdu onki. Hvat var í Miðvági? Ikki eingongd ein fótbóltsvøllur. Ikki eitt fiskavirkið. Onki.  Nakrir bimbar. Alt gott um Bimbar í væltugdum húðaskóm. Men tað var tað sum var. Og so Lykkenborg!

Jú, vit høvdu so nógv, at vit kundu leggja okkum aftur á. Og vit løgdu okkum afturá.

Vit í Sørvági hava nokk verið fongd av okkara søguligu fortíð. Vit vóru eitt sindur størri. Eitt sindur betri. 

Og meðan vit í Sørvági hvíldu í vælferðini, settu miðvingar seg við árarnar.

Kirkjan hon er eitt gamalt hús
Hyggja vit at tí nú, so kundi tað sæð út, sum um miðvingar hava dugað væl at snúgva sær. At lyfta seg upp. Miðvágur er vorðin ein snotulig bygd. Men kanska er tað okkurt meira í tí.

Hyggur tú at Miðvágs Kirkju, so sært tú hvussu høgliga hon er feld niður í lendið. Og tað er nakað serligt í tí. Vit kunna gita at kirkjumenn vildu vísa virðing fyri tí stóra skapanarverkinum sum kirkjan umboðar. At vit sum kirkja skuldu verða lítillátin? Ikki hógvreisandi? At vilja upphevja Guds skapanarverk og leggja okkum í skuggan av tí.

Og stórbær er náttúran frá kirkjuni og í allar ættir. Líka frá sjóvarmálanum í Miðvági og heilt oman á Vatn. Og líkaleiðis heilt norður á Munnan. Flatt, droymandi vakurt. Skjótt at jarðleggja, at oyðileggja, um ongin rópar varskó. Varskó um at vara av. At verja. So at ættarlið eftir okkum eisini kunna gleðast. Tað, at lata umhvørvi koma til sín rætt er ikki bara, bara. Kundi sæð út sum at hettar hevur sett seg í Miðvingar.

Tak nú smiðjuna hjá Bjarna. Har sum Bónus húsast nú. Sama leistur sum við kirkjuni. Ein stórur ídnaðarbygningur, sum næstan ikki sæst aftur. Feldur so varðisliga niður í lendið. Og so við føroyskum stórgróti til fundering. So handaligt, so virðisligt. Líkasum sami grundtanki. Ikki neyðugt at oyðileggja umhvørvi, tó at vit vilja framburð. At órógva umhvørvi minst møguliga.

Tað er eitt arkitekta ABC. Eina staðni sigur tað soleiðis; ”Nýbygging skal fella mest møguliga inn í tað umhvørvi, har sum bygt verður”. Á fakmálið verður hettar kalla; ”at varðveita tað intima forholdið til náttúruna”.

Víðari stendur, ”Øll nýbygging skal passa saman við tí, sum er bygt har í forvegin”. Tvs. tað skal skapast ein formur fyri harmoni. Harmoni við umhvørvi sum er har í forvegin. Og harmoni við tað sum er bygt í forvegin.

Síggj keypsuna í Vágum, FK í Miðvági. Aftur her sæst sama varsemi. Hvør fjøl líkasum kínd og strokin.  Sniðið er avgamalt føroyskt. Kundu verið neyst, sum stóðu lið um lið. Fellur so prýðiliga inn í landslagið. Uttan at takað ræðið. Ein perla. Ein fragd fyri eygað. Nevnd og arkitektar hjá FK settu sær hendan málsetningin í síni tíð. Mundu teir hava skeitt til SMS? Albert Isfelt helt SMS verða stílreinasti handilskjarni hann visti um. Keypsan í Vágum stendur so onki aftanfyri.

Bygdarhúsið í Miðvági. Hvør man hava teknað hendan snotuliga bygningin. Sum er so stórur, men eisini so lítil. Sum fellur so væl til eygað? Sum gleivar yvir um ánnað, uttan at taka nakað frá sjálvari ánni?

Hví hava sørvingar ikki duga at samantvinna tað funksjonella og tað vakra? Alt gott um ”07 Vestur” húsið. Men arkitekturur og sørvingar ganga ikki hond í hond. OK, eitt hús er eitt hús. Og húsið stendur so har.

Og so perlan í Miðvági, viðalundin við kirkjuna. Hendan lundin stendur onki aftanfyri viðalundina í Havnini. Sera passandi til familjur sum kunna fara ein túr við piknickurvini. Seta seg á ein bonk bara fyri at nýta løtuna. Ella pør sum bara vilja út at njóta eitt av teim stillu kvøldunum.  Jaja, tað eru framvegis tey sum duga at brúka beinini og orka at lata bilin standa.

Ikki tí, vit hava eisini eina viðalund her í Sørvági. Eisini beint við kirkjuna. Meira til vælskøddar bjargamenn. Skurðslut, illgongt. Meira til avbjóðingar enn til hugna. Og so slettis ikki til sartar damur sum droyma romantikk. 

Og síggj so tey gomlu økini niðri á Tormannsbakka og Við Kirkjar. Bæðið sera væl varðveitt. Standa framvegis í sínum uppruna. Í síni verdugheit. Sum eitt herðaklapp til tey sum gingu undan. Her man tað verða ein fragd at ganga ein túr eitt heystarkvøld?

Og tað gløgga gestins eyga eigur eisini at síggja útstykkingarnar omanfyri Kirkjar. Tá tú kemur koyrandi framvið Sýnuni, sæst hvussu framúr stíðlaði húsini liggja. Frá við Kirkjar og niðaneftir. Øll húsini uppeftir fjallinum, næstan feld inn í fjallið. Men fjallið er har framvegis. Har er onki tikið frá. Faktisk sjáldsamt í Føroyum. 

Men eisini har lendi gongur ímóti hava miðvingar duga at fáa tað besta burturúr. Vit hava nógv brattlendi í Føroyum, sosum á Giljanesi.  Sjóvinnuhúsið so prýðiligt. Sett í skjøtil í ólagaligum lendi. Og allíkavæl eitt satt meistaraverk. Aftur her hava miðvingar duga at tilpassa hús og lendi, so tað gongur upp í eina harmoniska eind.

Síggj so neystini niðri við Vatnið. So vælhildin, so snøgg. Varðar frá eini farnari tíð. Men eisini við virðingina fyri teim sum gingu undan. Og sum gleða okkum jól um jól.

Vit høvdu eisini hjallar í Sørvági, men nýggja tíðin setur nýggj krøv. Hvør orkar, hvør hevur tíð til viðlíkahald av gomlum skrambli?

Tað er líkasum at, Miðvingar duga væl at taka í tann rætta endan. Hjá okkum í Sørvági er tað ltvørturímóti sumum vit eru dottin niður í millum. Niður í okkara egna sjálvsgóðsku.

Ein av flogpionerunum segði einaferð, ”Tað hevði ikki verið so ringt fyri sørvingar, um flogvøllurin endaði á Glyursnesi. Tí so høvdu sørvingar vakna upp”. Kann tað verða nakað um tað?

Visjónin hjá Hugo Fjørðoy
Dagur dettur av degi. Hví var tað so ringt at umseta visjónina hjá Hugo Fjørðoy, um Vágarnar sum eina eind, til handling? Tað at ganga saman? Tað ber til aðrastaðni. Hygg at Sandoynni, Skúgoy. 1500 sálir. Fyrst fingu tey Gomlurætt. Størsta projekti í føroyskari søgu. Sum var við til at koyra landið á húsagang í 1992. 

Og so nú! Eitt annað megaprojekt, Ein tunnil? Nei. Tveir tunlar! Ein undir sjónum, og ein omaná sjónum. Ein undirsjóvartunnil og ein millumbygda tunnil.

Hvussu hava teir fingið so nógv at bera til? 4 borgarstjórar. 4 bygdarráð. Meginparturin á fíggjarlógini har suðuri fer til borgarstjóralønir. Sera framligt. Sær út sum rein kassaspekulasjón. Men í hesari verðini er tað bara eitt sum telur. Og tað er tað sum stendur eftir. Og har gongur sjón fyri søgn.

Seinasti vegastubbin í Vágum? Mundi tað ikki verða Oyrargjógvarvegurin? Tað hevur so verið tá Haldur Hansen var í velmaktini. Í 80'unum. Mottoi hjá HH var ”flogvøllurin er mítt hjartamál”. Tað eru nógvir smáir menn komnir til síðan Hugo Fjørðoy og Norðurstovu Dánjal. Tíanverri.

Ber tað slettis ikki til at fáa eind í Vágum? Jú, ein glotti er. Í fótbóltinum hava vit fingið eitt felagslið, ”07 Vestur”. Tað má so hava verið í 2007, sum navnið sigur, at hugsjónarfólk lyftu høvdi upp um tað dagliga aggið, tað dagligu heimføðisligheitina. 50 ár eftir at Hugo F. setti fram sína visjón um Vágar sum eina eind. Jaja, ting takað tíð.  Men tíðir broytast og menn broytast. Kanska samansjóvingin av teim ungu kemur at gera okkurt gott. At nýggju ættarliðini verða minni nalvaskoðandi. Minni heimfødd, enn tað sum okkara ættarlið leggur eftir seg.    

Krúnan á verkinum
Miðvingar gevast ikki so á hondum. Í ár seta teir so krúnuna yvir verkinum. Rossahøllin uppi á Prestfjallinum. Ein venjingarhøll og ein rossastallur. Eitt heilt stadium uppi á fjalli. Og so væl frágingið. Aftur her sæst virðingin fyri bøði og haga. Felt so hegnisliga inn í lendið. Aftur sama fyrilit. Sami alskur.

Nakrir privatmenn hava tikið eitt ódnartak. Bygt eina megahøll. M stendur fyri Mega. Sera passandi. Alt arbeiðið er gjørt sjálvboðið. Rættuliga ótrúligt. Í fleiri ár hava teir grivið og bygt. Og hava fingið fígging til høldar. Tað hoyrist at skuldin er minimal. Flott, flott.

Var tað nakað sum eitur Miðvágs medaljan, so var lætt at finna, hvør skuldi hava hana í ár. Hettar myndar sera einfalt miðvingar. Tað teir vilja. Viljan til at avrika.

Ólíkir okkum í Sørvági. Vit hava tosað um eina ítróttarhøll. Tosað og tosað. Ella sig sandoyingar. Teir hava eisini tosað. Men hjá teim er tosið umsett til handling. Eina stóra ítróttarhøll. Eina høll fyri alla oynna. Rætt nokk. Tá alt skal sigast hava sandoyingar slettis ikki tikið nøkur tøk. Alt har hevur verið uppá landsins besta. Fyriskipan, bygging og betaling. Men ein høll er ein høll. Og hon stendur so har. Í Sørvági hava vit valt at bíða. Hvørt til sína náði, hvørt til sína tíð.

Ein av hestamonnunum, ein av brandunum, segði nakað soleiðis, ”Sørvingar hava ikki goldið nakað til húsið, men teir skulu verða hjartaliga vælkomnir”!  Á handilsmálið verður hettar kallað; ”Eitt gott tilboð”. Kanska skuldu vit bara sagt takk.

Meðan vit bíða eftir at eitt nýtt ættarlið kemur til. Sum er minni nalvaskoðandi. Sum hevur víðari sjónarring. So kunna vit takka rossamonnunum í Miðvági. At teir hava so víst okkum, at alt ber til, Bara tú setir tær nóg stór mál. Og eisini hevur viljan til at náa málunum.

Rune Nolsøe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo