Tórshavnar kommuna: So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjonistarnar í kommununi.
Í dag stendur Bára fyri venjingini.
So leingi korona byrgir okkum av hvør frá øðrum, venja pensjonistar í Tórshavnar kommunu hvønn mikudag fyrrapart umvegis netið.
- Tit pensjónistar kunnu gera venjingarnar við tykkara egnu ferð, og tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.
Pensjonistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin. Næsta mikudag kemur nýggj venjing út.
Góða venjing!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo