Tórshavnar kommuna: So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt áttandu venjingina til rættis til pensjónistarnar í kommununi.
Í dag stendur Jákup Petur Eliassen, leiðari fyri Fysioterapeuttoymið, fyri venjingini.
So leingi korona ávirkar vanligu venjingarnar hjá pensjónistum, venja pensjónistar í Tórshavnar kommunu hvønn mikudag fyrrapart umvegis netið.
- Tit gera tað, sum tit kunnu og klára. Tað er væl lov at leypa onkran partin um, um tit ikki eru før fyri at gera júst tað, siga tey frá Fysioterapeuttoyminum í Tórshavnar kommunu.
Pensjónistarnir eru vælkomnir at gera somu venjing fríggjadagin.
Góða venjing!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo