Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

”Fleiri og aftur fleiri túsund fólk vóru savnað á einum so lítlum stað, men nærum einki upptak var eftir teimum”, siga fyriskipararnir, sum nú kunnu staðfesta, at nýggja pantskipanin roynist væl.

Tá tú keypur eitt glas av onkrum drekkandi úr sølubásunum, fært tú tíggju krónur aftur í panti fyri títt glas. Savnar tú fleiri gløs, fært tú pengar fyri øll gløsini. Tað úrslitar - sum ætlað - í, at eingi gløs liggja eftir teimum túsundtals gestunum. Og tað samsvarar væl við grundvirðini hjá G! Festival.

 ”Umhvørvið skal ikki líða undir, at vit hava tað stuttligt á G! Festival”, siga fyriskipararnir.

Framførslur í heimsflokki
Og stuttligt var. Kvøldið byrjaði við einum nervandi dysti millum Kroatia og Ongland á stórskíggja. Síðani trein høvuðsnavnið á pallin og gav áhoyrarunum eina rúkandi framførslu, sum ljóðliga bara bleiv betri av, at mjørkin lá tjúkkur yvir bygdina. Swangah endaðu kvøldið einum braki av einari framførslu á spæliplássinum. 

Skráin fyri dagin í dag er enn meiri pakkað og bjóðar upp á ársins danska bólk, Scarlett Pleasure, okkara egna Marius Ziska og nógv, nógv fleiri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo