Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í evangeliinum fortelur Jesus okkum, at heimurin hatar seg. Orsøkin til hatrið er, at Jesus vitnar um heimin, at verk heimsins eru ónd. Tað vil siga, at heimurin er fíggindi Guds. Sjálvt heitið “heimurin” inniber menniskju, sum liva eitt ógudiligt lív í samfelagnum. Tey bæði vraka orð Guds og berjast ímóti Gudi. Amboðskassin, sum brúktur verður til at standa ímóti Gudi við inniheldur: náttúruvísindi, politikk, búskap, felagsskapir, sosialar skipanir, heimspeki, hugmyndafrøði, religiónir, vælferð o.s.fr.

Men prinsurin í hesum syndiga og illa falna heimi, er sjálvur djevulin. Alt, sum í heiminum er - lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins - er ikki av Gudi, men av heiminum, sigur Gud. Tað er eyðsæð, at bæði lív og virki Jesusar í heiminum, var ein greiður vitnisburður um, at allur heimurin liggur í hinum illa. Tí heimurin elskar myrkrið meir enn ljósið. Tíverri!

Tað sum eg havi skrivað, er ein Bíbilsk staðfesting um, at øll mannaættin hevur syndað. Tískil hava øll menniskju ein ovurstóran tørv á náði og rættvísi Guds. Tú mást játta syndir tínar fyri Jesusi og trúgva evangeliinum um Hann, at Hann sjálvur ynskir, at frelsa teg til fulnar. Hann vil so gjarna føða teg av nýggjum – soleiðis, at tú kanst fáa náði til, at liva eitt nýtt og frælst lív fyri Hann.

Minst til! Hin falna mannaættin misbrúkar omanfyri nevndu amboðini og roynir alla tíðina, at finna ein útveg fyri, at kunna tola seg sjálva. Tann eina syndin, ið skarar framúr í dagsins samfelagi, er stoltleiki lívsins, sum hugmóðig menniskju framleiða sína egnu ímynd við t.e. stoltleiki lívsins. – Alt hetta fyri, at sleppa undan fordøming av sær sjálvum. Heimurin roynir alla tíðina, at fortelja sær sjálvum, at hann er góður nokk. Heimurin heldur seg sjálvan royna sítt allar besta, og tað er, at bjarga sær sjálvum frá undirgangi. Men alt hetta er ein deyðfødd filosofi, andalig villleiðing og falskur politikkur. Tí okkara veruligi tørvur, er einki minni enn sálanna frelsa frá ævigum fortapilsið í Helviti. Men Jesus Kristus er svarið og vegurin burturúr dómi Guds yvir syndarar, ið biðja um fyrigeving.

Hoyr, Gud livir altíð í ævigari nútíð. Sostatt stendur orð Guds skrivað í ævigari nútíð. Og tí verður orðið ongantíð ótíðarhóskandi. Orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Altso, orð Guds skilir kjøt og anda. Tað skilir hin verðsliga heimin frá tí andaliga heiminum.

Tað sæst, at orð Guds er dømandi. Tað dømir títt hjarta, tankar og sigur tær allan sannleikan um tína ringu støðu. Í hesum samanhanginum, skal eg nevna, at frí fosturtøka er eitt greitt tekin um fallin hjørtu og illa falnir og villleiðandi tankar. Orð Guds sigur tær, at tú mást venda við frá syndini. Og tað gert tú við, at venda eygu tíni á Jesus! Øll børn hava óendaliga stórt virði í eygum Guds. Onki brotsverk er størri enn, at leggja hendur á børn. Onki! Tað hevur vanlukkuligar fylgjur fyri teg persónliga, lærir orð Guds, um tú ikki gevur lív títt til Jesus.

Kærar heilsanir
vinur tín Ragnar Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo