Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sambandi við arbeiðið við fíggjarætlanini fyri 2024, sum skal leggjast fram áðrenn 1. oktobur, merkja vit longu avleiðingarnar av havnastongslinum.

Fleiri øki í landinum hava nýliga gjørt vart við búskaparliga og fíggjarliga skelkin av stongslinum fyri russarum, soleiðis at bæði kommunur og fyritøkur sum frálíður mugu repa seglini av álvara.

Nógvur peningur fer úr peningaumfarinum hjá tænastuvinnuni í ymsu kommununum, og tað fer at síggjast aftur í kassunum. Hetta merkir færri íløgur at ráða yvir, enn ætlað varð.

Vit kenna ikki enn øll tilsvarandi tølini fyri Havnina. Men vit vita, at bara mista inntøkan hjá Tórshavnar Havn fyri restina av hesum árinum og næsta árið, fer at liggja um 5,2 miljónir.

Hetta er beinleiðis missur, sum stendst av mistum havna- og brúgvagjaldi, loðsing og fastgerð, vatni, el og øðrum avleiddum virksemi. Og hetta fær stóra ávirkan á aðra tænastu.

Hetta hevur stóran fíggjarligan týdning, tí útivið 700 fólk liva av inntøkum frá virksemi hjá og í Tórshavnar havn. Vit síggja ikki allar avleiðingarnar av hesum enn, men hetta fer heilt vist at ávirka inntøkuna hjá kommununi.

Haraftrat kemur so miljónamissurin hjá tænastuvinnuni og øðrum avleiddum virksemi, umvælingararbeiði, catering og øðrum tænastum. Og helst síggja vit skjótt úrslitini av minkandi partafelagsskatti.

Missa havnartrolararnir haraftrat rættindini í Barentshavinum, so er torført at meta um avleiðingarnar.

Tá samstundis verður hugsað um komandi lønarvøkstur og ætlaða styttri arbeiðsviku, sum kommunurnar helst eisini koma at svíða fyri, so hevði verið hugaligt at hoyrt meira um ætlaðu kompensasjónina hjá sitandi landsstýri.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo