Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin strúkur í vindi av vestri, minkandi sum dagurin líður og útá kvøldið bert eitt lítið lot. Turt og onkrir sólglottar, hitin um eini 8 stig.

Týsdagin lot til frískan vind av útsynningi, smáskýggjað og sólglottar allan dagin, turt og hitin um 9-10 stig.

Mikudagin verður bert eitt gul vestaneftir, sól og turt og hitin um eini 8-10 stig.

Hósdagin mestsum stilli, ein ond vestaneftir, sól og turrveður og hitin upp í eini 10-12 stig.

Veðrið heldur fær fríggjadagin tó er ondin nú mest sunnan og tað verður kanska nakað lýggjari av tí sama.

Eisini næsta vikuskifti verður gott veður við lítlum vindi av ymsum ættum og hitin fer at liggja um eini 10-12 stig.

kelda er windfinder.com á flogvøllinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo