Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nú sunnudagin 31. mars verður minningarhald í Hesti í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðan syrgiliga skaðadagin, tá ið 11 mans í bygdini sjólótust.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Tað var 1. apríl í 1919, at fýramannafarið “Hestoyggin” fórst við fýra monnum.

Seksmannafarið “Roysningurin” fór við sjey monnum út at leita eftir fýramannafarinum, men ongin av bátunum vann upp land aftur, og Hestbygd misti henda dagin 11 mans í besta aldri.

Skráin fyri minningarhaldið sunnudagin verður hendan:

Kl
08.45 Teistin siglir av Gomlurætt út í Hest
09.15 Morgunmatur í bygdarhúsinum
10.30 Kirkjugongd við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvansson
11.45 Farið verður norður til minnisvarðan har borgarstjórin, Annika Olsen heldur røðu
13.00 Ábit í bygdarhúsinum
14.45 Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt
15.30 Kórið Sólarmagn av Velbastað syngur í kirkjuni
17.00 Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo