Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Vit vistu væl, at hervilig sjúka hevði fingið fastatøkur á honum. Kortini kom tað sum ein skelkur mánamorgunin 15. oktobur, tá tíðindi bórust um, at Arnbjørn Borgarlíð ikki var millum okkum longur.

Ein starvsfelagi hevði lagt árarnar inn fyri seinastu ferð.

Arnbjørn var ein sera gløggur og evnaríkur maður, men róligur og stillførur sum hann var, gekk hann ikki og veipaði við ørmunum, heldur gekk hann stillisliga um hurðarnar.

Hann var ikki ein, ið tosaði nógv. Tó kundi hansara djúpa klára rødd onkuntíð hoyrast við einari viðmerking um okkurt av dagsins málum.

Tí hóast hann ikki brúkti so nógv orð, hevði hann sínar meiningar um tey flestu viðurskifti.

Presturin nevndi í talu sínari í Vesturkirkjuni, tann dagin Arnbjørn fór til jarðar, at hann var so vælskipaður.

Hetta kunnu vit, sum arbeiddu saman við honum á Sjómanskúlanum, seinni Vinnuháskúlanum, ikki annað enn vera samd í.

Hann var sjáldsama vælskipaður í øllum, hann fekst við í sínum arbeiði. Hetta, saman við bæði breiðu og djúpu fakligu førleikunum, gjørdi, at tey arbeiðsøki, har Arnbjørn hevði ábyrgd, vóru væl umgingin.

Tað, sum varð latið úr hondum hansara, var vælgjørt og ikki minst: altíð væl gjøgnumhugsað, áðrenn tað var latið úr hondum.

Av tí sama var tað eisini lætt og hugaligt at arbeiða saman við honum.

Hann var ongantíð bangin fyri at geva av síni vitan, tá hann varð spurdur.

Ein fyrrverandi lærari á Sjómansskúlanum segði einaferð: ”Tað er so deiligt at hava skeið saman við Arnbirni. Eg óruddi og Arnbjørn ruddar”.

Hann bar stóran alsk til okkara móðurmál, og hann var altíð góður í ráðum á økinum, tí eisini her hevði hann førleika framum tey nógvu.

Nú er ongin Arnbjørn at spyrja um hetta ella hatta.

Arnbjørn hevur gingið sína seinastu vakt, onnur hava tikið við og soleiðis má tað bara vera.

Vit á Vinnuháskúlanum hava mist ein góðan, dugnaligan og væl dámdan starvsfelaga, og hann fer at vera saknaður av okkum. 

Tó er missurin og saknurin størstur hjá tykkum, sum sita eftir og hava mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba.

Starvsfelagarnir á Vinnuháskúlanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo