Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eyðbjørg var ættað úr Skopun, dóttir Thomas Jacob, sum var skopuningur. Mamman var Ragnhild, hon var heiman av Sandi.

Eyðbjørg vaks upp hjá ommu og abba sínum, Sannu f. Thomsen og Johannis Mittelstein.

Tað var soleiðis, at húsini hjá foreldrunum og ommuni og abbanum vóru samanbygd, so tað var ein stórur systkinnarflokkur, hon átti og vaks upp saman við.

Nú Eyðbjørg legði árarnar inn, var hon bert 62 ára gomul.

Nú er hennara sermerkti látur tagnaður, hon var løtt í sinni og altíð skemtandi.

Á ungum árum flutti hon til Danmarkar, hon átti dóttrina Leilu, sum býr niðri.

Eyðbjørg varð gift við Marna Winther Olsen, og áttu tey húsini á “Bø” í Skopun, sostatt vóru vit grannar, tey vóru friðarligir grannar.

Tá Eyðbjørg flutti heim aftur á klettarnar, bleiv Sólarris hennara arbeiðspláss.

Sjálvt um Eyðbjørg var sera lítil á vøkstri, hilnaðist hon væl á arbeiðsplássinum, so vítt eg veit, so kundi eingin gera arbeiði so skjótt sum hon, eg haldi at eingin kundi reinskera henni eftir.

Ikki at gloyma, sera løtt í sinni, sum smittaði á onnur á arbeiðsplássinum.

Hon arbeiddi eisini á Sandoy Seafood.

Seinni saðlaði hon um og fór í starv hjá Eldraøkinum og arbeiddi á Skerðinum í Skopun.

Eisini á hesum arbeiðsplássinum skaraði hon frammúr, plagdi ofta at síggja, tá hon fór á náttarvakt, tá fylgdi Marnar henni norður.

Men fyri nøkrum árum síðani sníkti sjúkan seg inn, so nú orkaði henda lívsglaða kvinnan ikki meira, hon sløknaði á Ríkissjúkrahúsinum og var jarða niðri, har dóttirin, báðar ommudøturnar og langommusonurin eisini búgva.

Jú, Eyðbjørg var ein sera fyrikomandi kvinna, sum eisini hevði stóra vitan. Oftast var tað ymiskt, hon visti frá ommuni og abbanum, sum bæði vóru vitandi fólk, sum kendu søguna um okkara bygd til fulnar. Jú, ein vitunarberi er sløknaður.

Má Harrin Jesus styrkja tykkum øll í sorgini.

Við hesum fáu orðunum fari eg at lýsa frið yvir minnið um Eyðbjørg Gudmundson.

G. Í. B.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo