Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað kom sum ein hvøkkur, at Mina sovnaði burtur hósdagin í farnu viku. Hon hevði verið veik og følin eina tíð, men fáur væntaði, at hon skuldi fara um sýnina so brádliga.

Ætlaði at vitja hana fyri góðari viku síðan, men tá var hon útskrivað. Nú í summar skrivaði hon mær boð um, at eg kundi koma eftir nøkrum eintøkum av Duldum leiðum, sum hon skrivaði í 1996, men sum altíð halda vit, at tíðin er óavmarkað, og eg útsetti vitjanina til desember.

Elisa Thomina Reinert, vanliga nevnd Mina, varð fødd í Sørvági, 30. september 1946. Hon bleiv 72 ára gomul.

Eg kom at kenna Minu í 2003, tá ið vit gjørdust starvsfelagar á Føroya Handilsskúla. Minnist, hvussu væl hon og aðrir starvsfelagar tóku ímóti nýggjum lærarum. Hetta árið byrjaðu Maryann og eg í føstum starvi. Lærarar og starvsfólk á skúlanum vóru ótrúliga hjálpsom at vegleiða. Har vóru stórar persónligheitir, sum ikki vóru bangnar fyri at geva teimum ungu rúmd og ábyrgd.

Um jóltíðir í 2004 fingu vit øll á skúlanum ein skelk, tá ið Klæmint Olsen brádliga doyði. Tað vóru sorgartíðir, og vit høvdu ein ófrið á okkum. Stúrdu fyri at koma aftur í skúla til tað svára, sum vit føldu saman, men ikki megnaðu at lýsa. Men tá ið vit møttu, høvdu Mina og Kalpana eina andakt í høllini saman við starvsfólkum og teimum avvarðandi. Mina visti, hvat ið vit øll føldu, og hon las upp brot úr Prædikaranum. Vit sungu ein sálm og mintust Klæmint við takksemi. Hon fekk okkum at hugsa djúpt og inniligt um lívsins viðurskifti, og har, í høllini, fyltust tómrúmini í okkum aftur, og løtan gav mær og kanska øðrum mót og áræði aftur.

Mina var eitt av hesum menniskjunum, sum fylti nógv mentalt. Var ikki bangin fyri at taka orðið og krógvaði ikki sína meining á fundum. Hon dugdi frágera væl at orðbera seg, og tað bleiv lurtað, tá ið Mina tók orðið.

Vit vórðu eisini skaldsliga ríkað av hennara gávum at seta orð á lívsins viðurskifti. Í 1986 fekk hon 2. virðisløn í eini leikritakapping fyri útvarpsleikin Mjørka. Seinni komu útvarpsleikirnir Men tað hendi í teimum døgum og Yasmeena. Hon skrivaði eisini ljóðmyndina So sum vit eisini fyrigeva. Seinni komu stuttsøgur og yrkingar. Í 1989 varð leikurin hjá Minu, Stjørnubarnið, framførdur í Sjónleikarhúsinum. Úr hesum leiki er kendi og lívsjáttandi sangurin, Tað er leygarkvøld í kvøld, sum enn verður sungin til manga veitslu. Tað bleiv eisini til ein ævintýrleik, sum kallaðist Ozon, sum ungfólk úr Sundalagnum spældu í Eydnuni á Oyrarbakka, í Noregi og í Norðurlandahúsinum á ólavsøku 1995. Árið eftir kom skaldsøgan Duldar leiðir. So Mina var virkin á listarliga økinum hesi 10 árini.

Mina byrjaði á Handilsskúlanum í 1987. Hon var korrespondentur í enskum og týskum. Fyrstu árini undirvísti hon m.a. í enskum og informatiónsviðgerð. Seinni fór hon á Fróðskaparsetrið at nema sær útbúgving í søgu og undirvísti tey seinastu árini í hesum faki.

Mina var lestrarvegleiðari, tá ið eg byrjaði í skúlanum. Eitt millumlið millum næmingar og lærarar. Í hesum sum í øðrum lutum var einki fjas hjá Minu. Hon hevði íborin evni sum lærari  og kendi lívsins skuggasíður, skilti væl støðuna bæði hjá næmingum og lærarum, so tað fall henni lætt at røkja hetta arbeiðið. Minnist eina ferð, at eg hevði onkrar avbjóðingar, fór inn til Minu, greiddi henni frá, og hon lurtaði og hugsaði. Við síni góða vágamáli segði hon: “Tórður, far tú aftur til undirvísing, hesum taki eg mær av!” Einki tvætl, hon skilti støðuna og var ikki bangin fyri sjálv at taka ábyrgd, og hon loysti avbjóðingina fyrimyndarliga væl. Av tí at tað lá so væl fyri at skriva hjá henni, varð eisini litið henni upp í hendi at skriva tilfar til faldarar, og hetta gjørdi hon við nærlagni. Mina gjørdi eitt knúsandi gott arbeiði sum lestrarvegleiðari.

Hon arbeiddi á Handilsskúlanum í samfull 27 ár og var ómetaliga góð við skúlan. Í bókini Handilsskúlin 1986-2016 bar hon fram takkarkvøðu til skúlan, har hon hegnisliga lýsti upplivingar sínar við skúlanum sum eina ævintýrferð. Hennara lutur lá ongantíð eftir, tá ið ræður um at menna skúlan.

Í kreppuárunum vísti skúlin sanna ábyrgd og lat hon saman við øðrum dyrnar á Handilskúlanum upp fyri teimum arbeiðsleysu og gav teimum skeið og nýggjar møguleikar. Tí hon hevði hjartað á rætta stað, og hugsaði nógv um onnur. Var eisini øll árini so sera áhugað í, hvussu tað gekst okkum lærarum og børnum okkara. Gávumild var hon eisini, og eg minnist, at tá vit skuldu gera okkurt fyri skúlan, so var hon skjót at bjóða okkum heim til sín, har vit hugnaðu okkum.

Mina gavst á Handilsskúlanum í 2013. Tá slapp hon at gera meira við tað, sum hevði ligið á láni, ikki minst skrivingin. Í 2015 kom út týdningarmikla og dygdargóða bókin Vágamentan, sum bygdi á MA-ritgerðina hjá Minu í 2007: Vágar í broyting – Sosialar og mentanarligar broytingar í Vágum eftir bretsku hersetingina. Ein sera væl skrivað bók, sum hon ognaði oyggjabúgvum sínum har vesturi av kærleika. Mina gav mær eitt eintak, har tað við vakrari hond stendur skrivað “Takk fyri gott vinalag”.

Góða Mina, eg vil somuleiðis takka tær fyri gott vinalag, saknurin verður stórur. Góði Svenning, Heini og Tórhallur, við djúpastu samkenslu.

Tórður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo