Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

So var tímaglasið hjá Sverra Midjord útrunnið, nú hann andaðist mándagin 10. okt. 83 ára gamal.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Sverre Midjord, fyrrverandi løgtingsmaður, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin er farin. Hann var flokkinum hollur.

Sverre Midjord var føddur 2. apríl 1933 á Tvøroyri og vaks upp hjá ommuni og abbanum Juliu og Poul Johannes Midjord. Hann var útbúgvin skrivstovumaður og arbeiddi frá 1950 á Posthúsinum á Tvøroyri og síðani 1969 á Gjaldstovuni, til hann fór frá fyri aldur. 

Sverre Midjord var eitt sera virkið og livandi menniskja á rættiliga nógvum økjum, men serliga gjørdi hann seg galdandi á  politiska og á ítróttarliga pallinum.

Sverre Midjord sat í býráðnum á Tvøroyri frá 1966-85 og aftur frá 1989-2008, og var hann  borgarstjóri í samanlagt 17 ár. Hann var borgarstjóri ta tíðina, tá kommunan saman við fakfeløgum og bygdafólkinum bygdi nýtt flakavirki og fingu trolararnar Suðring og Rankan til bygdina. Hetta var eitt nýtt tíðarskeið í vinnulívssøguni hjá Tvøroyri og hevði alstóran týdning fyri býin.

Sverre Midjord var fólksins borgarstjóri. Hann kom borgarunum við, og hann hevði áhuga í, hvussu fólk hevði tað. Hann kendi øll og hjálpsamur, sum hann var, so vóru tað mong, sum nutu væl av hansara umsorgan.

Sverre  Midjord kom fyrstu ferð á ting fyri Javnaðarflokkin sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann í 1975 og sat til 1978, tá hann var valdur tingmaður fyri Suðuroyar valdømi til 1980. Valskeiðið 1984-88 tók hann aftur sæti sum tingmaður sum varamaður fyri Atla P. Dam. Hann var aftur valdur á ting í 1990 til 1994 og aftur í 2004 og sat á tingi fram til 2008.

Nú Sverre Midjord eisini er farin um sýn, so tynnist veruliga í skaranum av teimum góðu gomlu javnaðarfólkunum. Í øllum, sum Sverre Midjord fekst við, so lat hann tað týðiliga skína ígjøgnum, at hann var javnaðarmaður við lív og sál, tó hann dugdi sera væl at arbeiða saman við politikkarum úr øðrum flokkum.

Innan ítróttin var Sverre Midjord sera virkin. TB´ari um ein háls, og hann var bæði formaður og venjari í felagnum í mong ár. Hann tók sær serliga av at venja yngru deildirnar, og tað eru ikki heilt fáir TB´arar, sum Sverre Midjord var fyrsti venjari hjá. Men serliga kenna vit Sverra Midjord fyri at vera tann, sum menti borðtennis her á landi. Sjálvur var hann ein frálíkur borðtennisspælari og tók stig til at stovna TBF, sum var lokala felagið á Tvøroyri. Sum tann virkni ítróttarmaður hann var, so var hann eisini valdur í stjórnina hjá ÌSF og sat har sum nevndarlimur í mong ár. Sum borgarstjóri var ítróttarhøllin í Trongisvági eitt av hansara mongu hjartamálum.

Við Sverra Midjord er ein sera kend býarmynd í Valinum og á Tvøroyri farin. Her var hann føddur, her virkaði hann, og her legði hann eyguni saman fyri seinastu ferð. Heimkærur var hann sum fáur, og umhvørvið har merkti hann. Hann vaks upp saman við fólkunum aftan fyri Fylking og ikki minst Fiskepigernes Fagforening, og hesi fólkini vóru hansara stóru fyrimyndir. Mangan vísti hann í røðum sínum á tingi á hesar hansara fyrimyndir, sum við hondunum ikki bert vunnu sær til lívsins uppihald, men eisini gjøgnum fakfeløg vunnu pening  til at seta í vinnuvirkir. Hesi løgdu grundarlagið undir øllum hansara politiska yrki.  

Javnaðarflokkurin lýsir í takksemi frið yvir minniðð um Sverra Midjord.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo