Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Komið var væl út á heysti í 1954, tá ein drongur kemur í okkara flokk ein morgun. Hann kundi ikki møta upp fyrr enn tá, tí hann mátti hoyggja og fáa alt inn, áðrenn hann kundi fara norð til Havnar í skúla. Drongurin hed Hanus Samuelsen og var ættaður úr Húsavík.

Vit funnu skjótt saman og hava notið eitt langt og gott vinalag líka síðan í nú knapt 70 ár. Um tað var tí, at vit báðir vóru bygdadreingir, veit eg ikki, men vit hava altíð funnið gleði í samveru hvør við annan og hava altíð havt ovmikið av felags áhugamálum og nógv at práta um.    

Hanus er føddur í 1936 í Húsavík og vaks upp í Skumpitoft, sonur Súsonnu í Skumpitoft og Óla á Mýrini.

Hann fekk gott í beinini ikki bara matliga, men so sanniliga eisini mentanarliga. At kalla hvønn dag var okkurt haft á lofti í hesum mentanarheimi. Mamman, Súsanna, kundi t.d. tríva í eitt skjaldur, ein sálm ella kvæði mitt sum hon stóð í onkrum arbeiði. Eisini dámdi henni væl at siga frá. Hanus hevði tey evni, at tað, hann eina ferð hevði hoyrt ella lært, tað mintist hann, og sat tað so fast, at hann kundi lættliga siga frá tí aftur, um tað so vóru fleiri ár seinni.

Eg var boðin at vitja í Húsavík á páskum í 1957. Tað bleiv ein minniligur túrur fyri lívið. Alt – bæði fólk og hús - livdu av søgu. Tá ið eg skuldi fara avstað aftur, stakk Súsanna mær ein lepa í hondina. Gloym ikki hetta, segði hon. Tá ið eg seinni las lepan, hevði hon skrivað: “Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú setur búgv, ber altíð títt føðiland í minni”.

Afturat tí førningi, sum Hanus fekk við sær heimanífrá, legðist alsamt meir til úr øðrum upphavi eisini.

Tráðanin eftir vitan minkaði ikki við árunum men fylgdi Hanusi alt lívið. Altíð var hann í holt við onkra bók, serliga alt slag av skaldskapi og bøkur við søguligum og siðsøguligum innihaldi. Hanus man hava lisið alt, ið er skrivað á føroyskum. Hann helt eisini á at skera torv inni á torvheiðunum í mong ár. Ikki tí honum nýttist tað, men tí hann vildi føra arvin víðari, hvussu fram var farið, frá tí at fyrsta flagið var skorið omanav, til torvið var borið inn. Mong vóru tey, ið steðgaðu á, sum hava fingið innlit í og frágreiðing um torvskurð og tað, ið hartil hoyrir.

Hanus var matematiskur studentur, og varð eftir lokið læraraskúlaprógv settur sum lærari á Preliminerskúlanum og síðan sum føroysktlærari á  Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Alt, hann gav seg í holt við, fullførdi hann til lítar.

Hanus var á ungum árum bæði deknur og organistur í Húsavíkar kirkju og seinni aftur deknur í Havnar kirkju.

Honum dámdi væl at ganga í fjøllunum, og eiga vit nógv felags minni um tað. Eisini dámdi honum um kvøldarnar at spæla kort, um komið var á gátt í fjálga heimið hansara.

Øllum er eitt tíðarskeið avmált. Hanus bleiv sjúkur og mátti regluliga undir læknahond. Soleiðis vóru hansara seinastu ár, men hann tók tað tolin og lat lítið á sær kenna. Hann var hin sami Hanus, lítillátin, skilagóður og fryntligur og altíð við onkrum reflekterandi spurningi. Triðja páskadag var hansara tíð liðin. Hanus fór í annan heim, 87 ára gamal.

Eg havi djúpa samkenslu við konu og børnum, abbabørnum og langabbabørnum og lýsi frið yvir vinmannin Hanus í Skumpitoft.

Heri Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo