Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Higartil er staðfest, at minst 600 ísraelar eru deyðir í blóðugu bardøgunum sum byrjaðu gjáramorgunin, tá militantir muslimar frá yvirgangsfelagsskapunum Hamas og Hizbollah lupu á úr Gaza.

Teir lupu á við rakettum, á landi við at bróta sær veg gjøgnum girðingarnar, sum Ísrael hevur sett upp, og eisini gjøgnum luftina við fallskýggjum.

Ísraelsmenn vóru fullkomuliga ófyrireikaðir, og tí hevur tað eisini eydnast palestinum at taka nógvar 100 gíslar, sum Ísrael næstu tímarnar og dagarnar fer at gera alt fyri at fáa leysar.

260 av teimum deyðu vóru á einum tónleikafestivali har suðri í landinum, tá yvirgangkropparnir lupu á og fóru at skjóta frá hond.

Í kvøld siga palestinsku myndugleikarnir, at yvir 400 palestinar eru deyðir av mótálopunum, sum Ísrael beinanvegin setti í verk. Sostatt hevur kríggið higartil kostað yvir 1.000 fólkum lívið.

Norska kringvarpið NRK hevur fleiri videobrot av hendingunum seinasta samdøgrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo