Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á myndini lærarar á tiltaki í november 2015. Mynd: Rói Joensen

Á myndini lærarar á tiltaki í november 2015. Mynd: Rói Joensen

Skúlablaðið: Lærarafelagið fær á hvørjum ári fyrispurningar og áheitanir frá limum um at gera nakað við misbrúkið av tíðaravmarkaðum setanum.

Nógvir lærarar verða settir undir álvarsligt trýst í hesum døgum, nú søkjast skal eftir lærarum komandi skúlaár.

Fyri at lýsa málið um afturvendandi tíðaravmarkaðar setanir skulu vit, við loyvi frá sendaranum, endurgeva partar av telduposti, sum hesin hevur sent okkum.

Limurin skrivar:

Eg arbeiði enn í xx skúla, har havi eg verið í eini seks ár. Eg havi fingið lovað starv aftur komandi skúlaár, men aftur sum tíðaravmarkaður lærari. Nú, tá eg byrji aftur eftir summarfrítíðina, er tað ellivta árið, eg arbeiði í føroyska fólkaskúlanum, uttan fast starv. Kann tað veruliga passa, at eg skal halda fram sum tíðaravmarkað? Eg skilji onki, tí tað hevur verið ymiskt, hvussu eg havi verið sett í starv, viðhvørt fyri lærara í farloyvi og viðhvørt uttan frágreiðing. Eg veit, at eg havi arbeitt í 3 ár fyri lærara í farloyvi, uttan at nakar lærari í skúlanum hevur havt farloyvi. Hetta árið eru so aftur nakrir lærarar í farloyvi, men eg veit ikki, hvønn eg havi verið fyri. Eg arbeiði á jøvnum føti við teir sáttmálasettu lærararnar, eri flokslærari og havi aðrar uppgávur í skúlanum, men eri ikki sáttmálasett sjálv. Hvørt ár skal umsókn skrivast, og eg skal til samrøðu. Hvørt ár føli eg ótryggleikan, tí eg veit ikki, um eg eri keypt ella seld. Eg føli meg eisini noyddan at senda hinum skúlunum í kommununi umsókn, tó so at eg ongantíð verið biðin um at koma til samrøðu. Eg føli tað eyðmýkjandi og haldi, at tað er láturligt, at eg skal sita til samrøðu, har eg vanliga arbeiði, hvørt skúlaár. Setanarnevndin heldur eisini, at mannagongdin er láturlig, tí tey kenna meg eftirhondini. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo