40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Finalan var á veg ímóti gullseti, tá ið Fleyr var á odda 10-8 í fimta setti, men Mjølnir tók seg framum aftur og vann javnbrótaran 15-12, og so vann Mjølnir sítt fimta føroyameistaraheiti á rað, sum er met hjá monnum.

Mjølnir hevði annars vunnið fyrsta sett rættiliga sannførandi, hóast settúrslitið sigur, at einans tvey stig vóru á muni. Men spenningur kom aftur í finaluna, tá Fleyr við Phil Freere á odda vann annað sett og var á odda 10-6 í triðja setti, men við støðuna 13-13 misti Fleyr takið, og Mjølnir sleit seg leyst og vann 25-18.

Men Fleyr hevði ikki givið skarvin yvir og vann fjórða settið 25-18, og so var klárt til javnbrótaran. Vann Fleyr, so skuldu vit hava gullsett; vann Mjølnir, so var Mjølnir føroyameistari. Og tað var um eitt hár gjørt, at avgerðin um føroyameistaraheitið ikki skuldi fella í gullsettinum, tí Fleyr legði seg á odda 10-8 í javnbrótaranum, eftir at hava verið aftanfyri 5-2. Men Mjølnir vísti sína mentalu styrki og fór framumaftur, og Ólavur Johannesen langaði seinasta bóltin í blokkin hjá Fleyr og út, so Mjølnir vann 15-12 – og ikki minst: føroyameistaraheitið!

Argentinski leikandi venjarin hjá Mjølni, Cristian Imhoff, var valdur til dagsins leikara hjá Mjølni, og hjá Fleyr fekk avstralski leikandi venjarin, Phil Freere, henda heiður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo