Flogbóltssambandið: Í dag stóð slagið í Klaksvík um, hvør skuldi hava heimavøll í fyrru FM-finaluni. Treytin fyri, at SÍ skuldi vinna sær heimavøll, var, at SÍ vann dystin 3-0. Øll onnur úrslit høvdu við sær, at Mjølnir fór at eiga heimavøll.
Eftir 7-7 í fyrsta setti vann Mjølir sær so líðandi yvirvág, og hóast SÍ minkaði um munin aftur til bara eitt stig, dró Mjølnir frá aftur og vann settið 25-21. - Og so var heimavøllurin í fyrru FM-finaluni tryggjaður.
Í øðrum setti sá út til, at SÍ fór at fáa ein rættiligan avsmurning, tá Mjølnir fór framum 15-7, men SÍ bardi seg innaftur í dystin og javnaði til 18-18. Gleðin var tó stokkut, tí Mjølnir dró frá aftur og vann 25-20.
Mjølnir var eisini stinnari í triðja setti, og eftir 12-12 fór at dragna millum liðini, og klaksvíkingar vunnu 25-21.
Endaliga støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 16 | 33 | 42 |
2 | SÍ | 16 | 21 | 36 |
3 | ÍF | 16 | -2 | 22 |
4 | Fleyr | 16 | -4 | 20 |
5 | Ternan | 16 | -48 | 0 |
Fyrra FM-finalan millum Mjølnir og SÍ verður sostatt í Klaksvík, og tann seinna verður í høllini á Hálsi leygardagin 27. apríl.
Vinna liðini hvør sína finalu - sama hvat settúrslitini eru - so verður føroyameistaraheitið avgjørt í sonevndum gullsetti, sum gongur upp í 15.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo