Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Hálvfinala, menn:
ÍF – Mjølnir 2-3 (26-24, 25-21, 15-25, 22-25, 09-15)

Fyri fimtu ferð á rað verður Mjølnir partur av steypafinaluni hjá monnum, har teir skulu spæla ímoti SÍ, sum vann 3-2 á Fleyr í hinari hálvfinaluni. Men Mjølnir var heilt úti á eggini og vendi, áðrenn sigurin kom til høldar.

Hóast ÍF vann tey bæði fyrstu settini, so tóktist sum um, at dysturin var langt frá avgjørdur, tí Mjølnir átti at eiga meira í sær, enn liðið hevði víst í teimum báðum fyrstu settunum.

Og Mjølnir kom eisini afturíaftur og vann sannførandi triðja settið 25-19.

Í fjórða setti legði ÍF seg framum 16-15, men Mjølnir fór framumaftur 23-17, og so gjørdist settið ongantíð veruliga spennandi.

Í javnbrótaranum fall avgerðin skjótt. Mjølnir legði seg á odda 10-3, og tá vendist sjáldan aftur hjá tí sum er aftanfyri, tó at ÍF kom upp á 8-12. Síðastu servuna átti Jóhan Arni Elisson Wang, og hana megnaði ÍF ikki at gera nakað við, og so vann Mjølnir 15-9  og dystin 3-2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo