Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Italienska ítróttarblaðið Coriere dello Sport vil nú vera við, at Internazionale er áhugað í at tryggja sær armenska Manchester United leikaran Henrikh Mkhitaryan í januar.

Í fyrsta umfari skal talan tó bert vera um eina lániavtalu, av tí at italienska felagið ikki er sinnað at rinda ov høgar upphæddir fyri leikarar í flytingarglugganum, sum letur upp um góðar tvær vikur.

Sambært italienska blaðnum er Jose Mourinho, managarin hjá Manchester United, sinnað at lata Mkhitaryan fara í januar og keypa Mesut Özil í hansara stað komandi summar.

Henrikh Mkhitaryan, sum kom til United frá Borussia Dortmund í fjør, hevur ikki verið við í hópinum hjá enska felagnum hendan seinasta mánaðin, eftir at hann ikki hevur avrikað so væl í ár, sum Mourinho og nógvir fjepparar hava ynskt. Seinast hann byrjaði inni á liðnum, var ímóti Chelsea á útivølli tíðliga í november.

Inter - hansara møguliga komandi arbeiðsgevari - liggur í løtuni á einum 3. plássi í Seriu A, tvey stig aftanfyri oddaliðið Napoli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo