Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Møguleikar fyri víðari lesnaði innan vinnuligar útbúgvingar

Spurningar:
1. Eru ætlanir um at gera fleiri «Top-Up» til styttru framhaldsútbúgvingarnar, soleiðis at tey lesandi kunnu gerast professións bachelor í Føroyum?

2. Hvørja yvirskipaða ætlan hevur landsstýrið við styttri framhaldsútbúgvingunum?

3. Hvussu nógv eru seinastu 10 árini vorðin liðug at lesa styttri framhaldsútbúgvingar í Føroyum? Og hvat er talið í Danmark av føroyskum lesandi?

4. Hvør er kostnaðurin av at bjóða eina ”Top Up” útbúgving innan eitt nú marknaðarførslu ella altjóða handil?

Viðmerkingar:
Síðani Glasir er farið undir Hægri Nám, har man bjóðar hægri útbúgvingar í Føroyum, hava tær einastu broytingarnar verið í tali á styttri útbúgvingum, umframt eina víðari útbúgving innan innovatión og íverksetan. Fleiri styttri víðarigangandi útbúgvingar gera tørvin størri á víðari útbúgvingunum, sum oftast eru hálvtannað ár og verða kallaðar “Top-Up”. Hesar útbúgvingar venda sær í stóran mun til føroysku vinnuna, ið eisini er eitt øki, ið vit ikki hava stórt úrval av víðari útbúgving til.

Hetta er tískil at meta sum ein hálv útbúgvingarleið, tá tey flestu munna vilja lesa víðari. Hesin møguleikin er tó ikki í nøktandi mun tøkur í Føroyum, og tey mongu lesandi verða tí noydd at flyta av landinum við teirra familjum, tá einki tilboð er. Tað merkir fyri tey, ið eru liðug við t.d. marknaðarførslubúskap í summar, at tey mugu til eitt nú Danmarkar við teirra familjum, um tey ynskja gera lesnaðin lidnan.

Sum nú er, er bert innovatión og íverksetan tøk sum “Top-up”, og tað er ein sera smøl útbúgving, sum ikki nøktar samlaða eftirspurningin fyri flestu leiðirnar á Hægri Námi.

Tí er tørvur á fleiri “Top Up”, sum gevur teimum lesandi møguleika at verða verandi í Føroyum.

Hjá teimum, sum lesa marknaðarførslubúskap, er tørvur á framhaldandi útbúgvingum innan t.d. altjóða handil og marknaðarføring.

Ætlanin við Hægri Námi á Glasi, og øðrum útbúgvingarstovnum, eigur helst at vera, at vit geva føroyingum møguleika at velja sær útbúgvingar, ið venda sær til føroysku vinnuna, og at tey ikki noyðast av landinum at gera sína útbúgving lidna.

Fyri at fáa greiðu á, hvør ætlanin er á hesum økinum, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 24. februar 2023
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo