Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um oljuleiting í føroyska økinum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivligt eftir TS § 53, stk. 3) Løgtingsmál SS-001/2023.

Fylg við orðaskiftinum

Fyrispurningur
1. Hvat hevur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri oljuleiting ítøkiliga gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum, síðani spurningurin hjá undirritaðu varð svaraður fyrr í ár?

2. Eigur landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum, sjálvur at taka stig, sum kunnu gera, at meiri hendir á hesum øki?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott at broytt skattaskipanina í samband við oljuvinnuna, fyri soleiðis at gera Føroyar eitt meiri attraktivt land at gera leitingaríløgur í?

4. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt stóru inntøkumøguleikarnar fyri Føroya fólk - um Føroyar velja at gera brúk av oljuinntøkumøguleikanum/frálandavinnu?

5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt, at longu frá fyrsta degi eru stórar inntøkur at heinta í samband við royndarboringar, herundir veitingar/tænastur, umframt viðlíkahald av útgerð á vaktarskipum, veitingarskipum og boripallum og flúgving úr útheimi til og frá Føroyum av arbeiðsfólki og sakkunnleika, - og síðan frálandaflúgving úr Føroyum út á pallarnar?

Svar
Spurningur nr. 1

Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningin, eru góðir 7 mánaðir síðan evnið seinast var til umrøðu í Løgtinginum í sambandi við, at § 53 fyrispurningur varð settur um evnið. Ta ferðina kunnaði landsstýrismaðurin um, at Jarðfeingi hóast misjavnan áhuga fyri føroyska landgrunninum áhaldandi hevur arbeitt við at marknaðarføra Føroyar sum oljuland. Granskarar á Jarðfeingi hava seinastu árini arbeitt við verkætlanini “Oljan 2020-2022”. Endamálið við verkætlanini var at greina alt tilfarið, ið oljufeløg, sum áður hava leitað í føroyskum øki, hava savnað, m.a. royndarboringar og seismikk. Nú er mestsum komið á mál við arbeiðinum og úrslitið er ein 3D-myndil av áhugaverdum øki eystanfyri Føroyar.

Í framhaldi av hesum arbeiðinum er peningur játtaður úr Sindri til verkætlanina “Framleiðsla av leitimiðum”. Ætlanin er at framleiða leitimið í føroyskum øki, sum ætlanin síðani er at fara til oljufeløgini, ið eru virkin hinumegin markið, við. Afturat sær hava føroysku granskararnir útlendska serfrøði í kolvetnisleiting.

Sitandi samgonga hevur eins og undanfarna samgonga valt at halda fram við Open Doorskipanini, ið merkir, at feløg við áhuga fyri føroyskum øki altíð kunnu senda landinum umsóknir um leiti- og framleiðsluloyvi.

Spurningur nr. 2
Landsstýrið og samgongan hava sum eitt av sínum fremstu málum at fremja grøna orkuskiftið og burðardygd í samfelagnum. Tí er m.a. Umhvørvissmálaráðið sett á stovn, sum miðvíst skal leggja orku- og umhvørvispolitikkin til rættis.

Tá ið tað kemur til leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur áhugin fyri at fara undir leiting verið rættiliga avmarkaður í nøkur ár. Seinastu tvey útbjóðingarumførini hava ikki ført til, at loyvi eru latin. Seinastu tvey árini hevur Jarðfeingi tó merkt vaksandi áhuga frá feløgum, sum eru virkin í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum.

Tað, sum kann fara at kveikja áhuga hjá útlendskum oljufeløgum fyri aftur at fara undir leitivirksemi í føroyskum øki er, um gongd kemur á framleiðsluna úr kolvetniskeldunum eystanfyri føroyska markið í Hetlandsrennuni. Um gongd fæst á framleiðsluna har í økinum, so fara oljufeløgini sannlíkt at hyggja at kolvetni í grannalagnum av framleiðandi oljufeltinum, og á tann hátt fáa størri gagn av stóru íløgunum, ið skulu gerast í undirstøðukervið. Tískil eru sannlíkindini fyri leitivirksemi í føroyskum øki tætt knýtt at bretska orkupolitikkinum – og her mugu vit ásanna, at tað er ein politiskur spurningur, sum føroyskir myndugleikar ikki hava stórvegis ávirkan á. Mett verður tí, at arbeiðið, ið Jarðfeingi ger, er tað sum skal til fyri vekja áhugan hjá oljufeløgunum fyri aftur at fara undir virksemi í føroyskum øki.

Spurningur nr. 3
Landsstýrið hevur sum er ongar ætlanir um at gera broytingar í skattaskipanini, tá tað snýr seg um oljuvinnuna.

Spurningur nr. 4
Um kolvetni í rakstrarverdum nøgdum verður funnið í føroyskum øki, eru fíggjarligu avleiðingarnar væl lýstar í tí stóra fyrireikingararbeiði, sum er gjørt í fyrireikingunum í føroysku oljulóggávuni. Ásett er í løgtingslóg um búskapargrunn, at møguligar inntøkur frá oljuskatti skulu í Búskapargrunnin.

Hinvegin eru umhvørvisárinini av kolvetnisframleiðslu seinastu árini vorðin alt meir týðilig - við ógvusligum veðri. Harvið er greitt, at oljuvinnan er tíðaravmarkað – lutvíst tí at nøgdirnar av kolvetnum í undirgrundini eru avmarkaðar, og lutvíst tí at menniskjað heldur fyrr enn seinni má steðga við at brenna kolvetni fyri at minka um útlátið av CO2 í lofthavið.

Spurningur nr. 5
Leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, ið hava verið, og nógv føroysk feløg eru virkin og veita tænastur í frálandavinnuni aðrastaðni. Umframt at hava tørv á hópin av tænastuveitingum, so rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur i víddargjøldum í sambandi við tað virksemið, sum var í føroyskum øki.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 21. september 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo