Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna hevur sett nýggjan leiðara í Heilsuhúsinum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tænastur til bæði heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimum í kommununi.

Staðsett í Heilsuhúsinum er heimatænastan, heimasjúkrarøktin, fysioterapeutar og ergoterapeutar, visitatión og Heilræði, sum er vitjunartænasta hjá heilsu- og umsorganartænastuni, móttøka og dygdarmennarar.

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd er eisini skipanarliga partur av Heilsuhúsinum.

Nýggjur leiðari er Mona Maria úr Fugloy. Mona Maria er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur umframt kandidatur í sjúkrarøkt (cand. Cur.) við sergrein í leiðslu og fakligari menning. Harafturat hevur Mona Maria eisini útbúgving innan leiðslu.

Mona Maria hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði úr Føroyum og Danmark. Mona Maria hevur stóran part av yrkisleið síni starvast innan eldraøkið í Danmark, men eisini nøkur ár í Føroyum. Hon byrjar í starvinum 1. juli 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo