Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Nú ið útivika var á skrá í síðstu viku, og sólin skein bæði oman og niðan, høvdu tey í Skúlanum við Løgmannabreyt flutt  morgunsangin fríggjadagin 27. mai út í skúlagarðin. Tey vita ikki, at skúlar hava skipað fyri slíkum tiltaki fyrr.

Høgni Joensen, skúlastjóri, hevði fingið Theodor prest at siga nøkur uppbyggjandi orð, og tey sungu tveir sangir: Nú skínur sólin bjarta og Gakk tú tryggur. Tey høvdu upplestur, og til seinast bóðu tey Faðir vár.

Theodor prestur helt tað vera hóskandi at hoyra eina yrking ella ein sang, sum Martin Joensen hevur skrivað, og tað vórðu næmingarnir Fríðunn og Marianna, ið lósu yrkingina "Morgun" hjá skaldinum. Tær lósu bæði vakurt og væl. Theodori presti var fortalt, at Martin Joensen skrivaði, tá ið sonur hansara varð føddur í 1983. Skaldið fekk íblásturin á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, tá ið sonurin var komin í verðina: Ein nýggjur morgun var byrjaður.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo