Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár fylti Dagstovnurin á Hamrinum 20 ár og í tí sambandi vórðu eisini fleiri starvsdagar hátíðarhildnir.

Borgarstjórin helt røðu og byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum í tí ótrúliga góða veðrinum.

- Tá spurt verður, hví vit gera burturúr starvsdøgum, so eru tað sjálvandi fleiri orsøkir til tað – høvuðsorsøkin er, at tílíkir starvsdagar benda á, at fólk trívast í starvinum, og fyri Tórshavnar kommunu hevur einki størri týdning enn tað.

- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari at takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi, sum síðan nevndi øll tey, ið høvdu starvsdagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo