40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Runavíkar kommunuskúli er fyrsti fólkaskúlin í landinum, sum er farin undir móttøkuflokk.

Týsdagin í hesi vikuni byrjaðu fyrstu næmingarnir í móttøkuflokki í Runavíkar kommunuskúla. Teir yngstu næmingarnir, sum eru tríggir í tali, byrjaðu fyrst, og í komandi viku koma teir næstu fimm, sum eru í miðdeild og hádeild.

Móttøkuflokkurin heldur til á bókasavninum í skúlanum á Glyvrum.  

Tað var beint undan jólum, at Runavíkar kommunuskúli fekk játtað 8 skúlatímar um vikuna til móttøkuflokkin, og síðan hevur verið roynt at fyrireikað hann, soleiðis at undirvísingin kann byrja.

Undirvísingarstýrið hevur játtað skúlanum tímar til royndarætlanina við teirri treyt, at móttøkuflokkurin er fyri næmingar úr øllum skúlunum á Skálafjørðinum.

Fyribils er tó bara talan um næmingar í Runavíkar kommunuskúla. 

- Vit hava nógvar næmingar í skúlanum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta skúlaárið eru tey 44 í tali, men summi teirra hava føroysk foreldur, summi eru føroysk og hava búð nógv uttanlands, og sum eru útlendsk og hava búð leingi í Føroyum og skilja eitt sindur av føroyskum. Tey eru ógvuliga ymiskt fyri málsliga, men tey koma ikki undir tað, sum móttøkuflokkurin er ætlaður til. Umframt hesar 44 næmingarnar hava vit 8 aftrat, sum als einki skilja av føroyskum, norðurlendskum ella enskum. Tvey teirra hava franskt sum annaðmál. Tað eru hesi, sum vit skulu røkka við móttøkuflokkinum, sigur Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo