40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mowi Faroes hevur gjørt íløgur fyri 40 mió. kr. á Sandsvág í ár. Ein nýggjur fóðurflaki er keyptur og kemur í mai mánaða. Umframt tað hevur Mowi keypt 5 nýggjar 200metur stórar ringar at ala í, sigur felagið.

Tilsamans vera nú 8 ringar, sum fara at framleiða góð 4.000 tons av laksi á Sandsvág.

Undanfarin ár er íløga gjørd í 3 ringar umframt alibát fyri áleið 20 mió. kr.

Mowi hevur í fleiri ár kannað økið og hevur gjørt royndir á økinum. Sandsvág er eitt harðbali øki, sum er nógv ávirkað av høgari aldu og streymi. Eftir tvær miseydnaðar royndir á økinum, hevur Mowi funnið rættað staðið at ala á. Ringarnir eru fluttir inn á vánna fyri at verja ímóti høgari aldu. Hetta hevur lukkast.

Fyrsta rættiliga alingin var seinasta árgang, tá góð 2.000 tons vóru framleidd. Hesin laksurin varð tikin síðsta heyst. Nú er ætlanin at økja til góð 4.000 tons, sigur Mowi Faroes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo