40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MT Højgaard hevur bygt nógv í Føroyum, her er tað nýggi barnagarðurin við Gøtugjógv.

MT Højgaard hevur bygt nógv í Føroyum, her er tað nýggi barnagarðurin við Gøtugjógv.

Toppleiðslan í MT Højgaard vil sleppa burtur frá ímyndini av einum felag, sum altíð endar í ósemju.

- Samstarv er leiðin fram, og tað ber ikki til at tosa um samstarv og góð viðurskifti við byggiharran, um tað samstundis er ein veruleiki, at vit hava alt ov nógv mál sum enda í ósemju, sigur Morten Hansen, sum fyri einum ári síðani tók við sum forstjóri í stóru, donsku byggifyritøkuni, sum eisini í nógv ár hevur verið virkin í Føroyum.

- Tað fer við nógvari negativari orku innanhýsis hjá okkum at hava øll hesi málini koyrandi, og vit vilja heldur líta frameftir enn aftureftir, sigur Morten Hansen. Hann leggur afturat, at tað skal ikki vera ímyndin av MT Højgaard, at byggimál altíð enda í sak, har sakførarar sita báðu megin borðið.

- Vit skulu burtur frá tí imagenum, sigur hann.

Við Jyllandspostin sigur hann, at tað gevur onga meining at seta tal á júst hvussu nógv byggimál enda í ósemju. Men tey eru ov nógv, og skulu helst koma heilt niður á 0, sigur Morten Hansen.

MT Højgaard bleiv til í 2001 tá yvir 100 ára gamla Højgaard & Schultz og Monberg & Thorsen vórðu lagdar saman. Højgaard & Schultz gjørdi nógv stór arbeiði í Føroyum, millum annað fyri SEV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo