Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skipafelagið Føroyar – stovnað í 1919 – fekk ikki góða byrjan. Svenska skipasmiðjan, ið smíða skuldi teimum farmaskip við plássi fyri nøkrum ferðafólkum, fór á húsagang, tá ið skipið stóð hálvliðugt, og allur inngoldin peningur var mistur.

Í 1921 eydnaðist at keypa farmaskipið Petchora, sum var smíðað í 1901 í Danzig, var 656 tons og hevði 310 hesta guvumaskinu. Bretska admiralitetið hevði tikið skipið sum krígsfæ, og nú føroyingar keyptu tað, lá tað í Hull klárt at sigla eftir fáum vikum.

Mýlingur, sum navnið hereftir var, sigldi mest millum Keypmannahavnar, Leith og Føroya. Men Sleipner hjá DFDS sigldi somu rutu, og tá ið Mýlingur sigldi seinni og brúkti meiri tíð í Havn enn danski kappingarneytin, stóð skipið seg ikki í kappingini og varð lagt. Í 1926 var Mýlingur seldur av landinum – til Genova í Italia.

Hóast tunga byrjan, mistu menn ongantíð mótið, og tá ið teir í 1925 keyptu fyrsta Tjaldrið (áður St. Thomas hjá ØK), fór at gangast teimum væl.

Tá ið Andreas J. Ziska formaður Skipafelagsins umborð á Tjaldrinum til Keypmannahavnar varð biðin at skriva nøkur orð í ferðabókina, skrivaði hann við øllum farnum trupulleikum í huga hesi orðini:   

”Góður andi innanborða
Fylgi skipi og verki.
Óhapp lat ei tykkum forða
Undir Føroya merki.”

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo