40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Blái Krossur tók í dag nýggju hølini í Niels Finsensgøtu í nýtslu – “loyniliga” kjallaran í nummar 16.

Borgarstjórin, sum vitjaði inn á gólvið, segði, at Blái Krossur fyri honum var ein púra nátúrligur partur av býnum.

- Blái Krossur eigur at vera her – og vit kunnu valla verða tykkara virksemi fyriuttan, segði borgarstjórin

Upprunin til Bláa Kross liggur heilt afturi í 1877, t.v.s. fyri skjótt hálvtannaðhundrað árum síðan.

Tað byrjaði sum eitt hjálpararbeiði fyri fólk, ið vóru bundin av rúsdrekka, og í dag hevur hetta arbeiðið breitt seg til eini hálvthundrað lond.

Í Føroyum hava vit kent Bláa Kross í skjótt 120 ár sum ein felagsskap, sum trúfast hevur borið boðskapin um umsorgan fyri hvørjum øðrum, og um fráhald frá rúsdrekka og rúsevnum.

- Og í dag er stuttligt at síggja, at hetta arbeiði heldur fram og at tit økja og betra um umstøður og virki tykkara.

- Og eisini eitt sindur stuttligt nú at finna tykkum í einum gomlum dansikjallara – sum eisini var fyrsta staðið, ið seldi pitsa í Føroyum.

- Men eg veit, at tit leingi hava leitað eftir hølum, tí tit høvdu tørv á meira plássi.

- Og fyri fýra árum síðan fingu tit so høvið at keypa henda bygningin, sum kundi hýsa einum stórum parti av tykkara arbeiði í Havn.

- Og eg má siga, at her er komið væl burturúr – tí her sá milt sagt ikki pent út, tá tit yvirtóku bygningin.

- Og gott er at síggja, at tit fáa gagnnýtt allar hæddirnar til tykkara fjølbroytta virksemi innan endurnýtslu og sokallaða nýnýtslu, til handilin og til fyribyrgjandi arbeiði.

- Eg skilji á Dakko (Petersen), at hesi nýggju hølini fara at skapa fantastiskar møguleikar fyri ungdómsverkætlan tykkara, ið kallast Liv Lívið.

- Henda verkætlan hevur sum kunnugt til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri og gerast bundin av rúsdrekka og rúsevnum annars.

- Mann hevur jú lagt til merkis seinastu árini, at tit eru til steðar á festivalum og øðrum stórum tiltøkum, har tit altíð hava havt eitt rúsfrít øki at bjóða ungum. Og tað fegnast vit øll um.

- Í Kongagøtu hava tit so tilboð til foreldur við rústrupulleikum og familjum teirra, og aftanfyri í Lucas Debesargøtu er so ungdómsviðgerðin til tey millum 15 og 25.

- Sostatt hava tit nógv virksemi mitt í býnum. Tykkara stóra arbeiði er sjónligt, eitt arbeiði, sum vit hava størstu virðing fyri og eftir besta førimuni stuðla.

- Eg fari at takka tykkum fyri tykkara stóra fyribyrgjandi arbeiði í okkara høvuðsstaði, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við húsunum og hølunum, og ynskja tykkum at tað besta í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo