Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Triatlon felag: Hetta er fyrstu ferð tað verður kappast í ½ Ironman í Føroyum, og tí var spenningur um hvussu tað fór at eydnast at fyriskipa sjálva kappingina, umframt sjálvandi spenningin um hvussu tað fór at gangast luttakarunum.

Eisini bleiv skipað fyri fleiri styttri kappingum, tí vóna var at fáa fleiri nýggj við eisini. Fríggjadagin var FM í ½ Ironman á skránni, men møguleiki var eisini at taka ¼ Ironman.

Leygardagin vóru tvær styttri kappingar á skránni, Sprint og Mini.

Luttakararnir, eisini teir meiri óroyndu, lótu allir væl at kappingunum, so vónandi hava tey fingið ”blóð uppá tonnina”, so vit síggja tey til tri kappingar framyvir.

Fríggjadagin var sum nevnt FM í ½ Ironman, har tað fyrst var svomið 1900m í Pálshøll, síðani súkkla 90 km (Vágur, Tvøroyri, Lopra, Tvøroyri, Vágur), og til seinast runnið eitt ½ Marathon, tvs 21.1 km. Renningin var ein teinur í miðbýnum í Vági, sum bleiv runnin 5 ferðir.

Her gjørdist vinnarin Jákup Petur Eliassen við tíðini 5 tímar, 10 min og 17 sek. Nr 2 var Andrass Joensen við 5t24m54s, og nr 3 Áslakur Nesá við 5t44min30sek.

##med2##

Samstundis bleiv eisini kappast í ¼ Ironman, tvs helvtina so langt.

Her vann Magni Jóhanson Hansen við 2t28min30sek, nr 2 Jens Mortan Rasmussen við 3t07min04sek, og nr 3 Torleif Thorleifsson við 3t13min04 sek.

Hjá kvinnunum vann Astrid Joensen við 3t14min52sek, og nr 2 gjørdist Anida Johannesen við 3t27min30sek.

Leygardagin vóru so styttri teinarnir á skránni: Sprint og Mini triathlon.

##med3##

Í sprint, sum er 750m svimjing, 20km súkkling og 5 km renning, vann Magni Jóhansson Hansen við 1t10min00sek, Andrass Joensen nr 2 við 1t12min42sek, og nr 3 Torleif Torleifsson við 1t29min03sek.

Jóhanna Egholm vann hjá kvinnunum við 1t31min17 sek

Í mini, sum er 400m svimjing / 10km súkkling / 3 km renning, vann Fischer Eliassen við 49min52sek, Jógvan Torkilsson nr 2 við 53min05sek, og Bárður Ólavsson nr 3 við 55min11sek.

Hjá kvinnunum vann Jóhanna Ólavsdóttir við 49min52sek, og nr 2 gjørdist Birita Vesturtún við 58min35sek.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo