Fimleikaframsýning var í Sørvági 3. apríl.
120 fimleikarar sýndu fram og knapt 400 áskoðarar vóru.
Draktirnar lántu tey frá Tvøroyrar Fimleikarafelag og heiðursmerkini hevði Verkhúsið í Sørvági gjørt.
Eitt gestalið frá Havnar Fimleikarafelag var við, nevniliga liðið smágentur Bjalla.
Áhugin fyri fimleiki í Vágum er ovurstórur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo