40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Seint seinnapartin í gjár varð Kamartónleikafestivalurin 2023 settur í Hátúni í Musikkskúlanum. Tað var borgarstjórin, ið beyð øllum vælkomnum til premieruna.

Borgarstjórin legði fyri at við bjóða øllum vlkomnum í Hátún og til Endurljóð, sum er nýggjur og slóðbrótandi tónleikafestivalur, ið nógv hava glett seg til.

- Vit hava júst hoyrt tónar eftir William Heinesen, heiðursborgara í Havn. William skal einaferð hava sagt, at tónleikurin er størsta gávan til mannaættina. Og eingin ivi er um, at tónleikurin er ein serstøk gáva til okkara. Einki er sum tónleikur, ið kann samansjóða okkum. Í sorg og í gleði. Til stuttleika og til hugna. Til at víðka horisontin og møta tí ókenda.

- Hjá hvørjum einstøkum okkara megnar tónleikur at geva rúmd fyri kenslum, ið kunnu vera inniligar, djúpar, ógvuligar – og alt har ímillum. Nógvir festivalar eru kring landið, men ongantíð áður hevur verið nakar festivalur ella nøkur tónleikastevna, sum burturav setir sjóneykuna á dygdargóðan eldri og nýggjari klassiskan kamartónleik.

- Tað slagið av tónleiki, vit fara at hoyra á hesi stevnuni – kamartónleikur, hevur kanska ikki ovurstóra rúmd í gerandisdegnum, men hann er ikki minni týðandi fyri tað. Og hví eitur tað kamartónleikur? Heitið stavar úr italskum: CAMERA, sum merkir rúm ella stova. Við øðrum orðum er hetta tónleikur, sum er ætlaður til stovubrúks fyri eini minni áhoyrarafjøld.

- Í evropeiskari tónlistarsøgu eru mong dømi um, at tónaskald velja júst kamartónleik sum miðil, tá tey annaðhvørt ynskja at geva rúm fyri sínum mest persónligu kenslum ella tá tey veruliga seta sær fyri at kýta seg við dygdargóðum listarligum handverki.

- Kamartónleikafestivalurin Endurljóð hevur sum endamál at veita viðkomandi og spennandi tónlistarligar upplivingar á hægsta stigi og at vera virkin partur av áhaldandi menning av føroyskum tónleikalívi, har millum annað Tórshavnar Musikkskúli, her vit eru, hevur alstóra ávirkan á menningina av klassiskum tónleiki í Føroyum.

- Einastandandi fyri henda festivalin er eisini, at hann ikki bert snýr seg um konserttiltøk, men eisini um masterclass-frálæru, fyrilestrar og framsýningar. Her liggur sostatt meira eftir enn bert ein tónleikauppliving, og tað hevur stóran týdning.

- Áhugin fyri Endurljóði hevur verið so stórur, at eingin ivi er um, at talan verður um eina afturvendandi altjóða klassiska karmartónleikastevnu á hvørjum ári. Einki er meira sjálvsagt og náttúrligt, enn at Havnin sum landsins høvuðsstaður hýsir eina tónleikastevnu, har dentur verður lagdur á kamartónleik. Hesum fer Tórshavnar kommuna sjálvandi at styðja undir.

- Eg fari tí eisini at takka Jóhannesi Andreasen fyri at taka stig til festivalin Endurljóð, og saman við sær hevur hann havt Helle Thede Johansen sum framleiðslustjóra. Eitt einastandandi toymi við drúgvum royndum á hvør sínum øki. Eisini ein tøkk til okkara framúr tónleikarar, sum vit koma at hoyra her í dag.

- Og við tí skrá, tit nú leggja fyri dagin, er eingin ivi um, at tit hava rokkið endamálinum. Her er bæði heimlig og altjóða tónaskøld umboðað, og sum fevna bæði um eldri og nýggjari tónleik umframt eisini eina frumframførslu.

- Eisini tónleikararnir eru úr ymsum londum. Hetta ber boð um, at hugurin at taka lut í Endurljóði komandi árini fer bara at vaksa. Í so máta eru Føroyar eisini eitt forkunnugt tónlistarligt og mentanarligt land at vitja og framføra, og konsertumstøðurnar her í Havn eru jú avbera góðar.

- Tað liggja sostatt stórar ætlanir fyri hesum tónleikafestivali, har kamartónleikurin er miðpunktið. Mær er millum annað sagt, at í 2025 eru 250 ár síðan, at sermerkta nótabókin hjá Svabo varð dagfest, og at hetta ætlast heiðrað á Endurljóði 2025 við at endurskapa eina klassiska føroyska tónleikasiðvenju.

- Vit kunnu siga, at endurljóðið frá døgum Svabo tá fer at ríka okkara sansir og tónlistarliga tilvit av nýggjum. Tað verður spennandi.

- Góðu tit øll.

- Eg skal bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum higar í Hátún til hesa stóru premieru, nú vit seta tónleikafestivalin Endurljóð á fyrsta sinni. Vegna Tórshavnar kommunu og fyrireikarum ynski eg hjartaliga til lukku við kamartónleikafestivalinum Endurljóð.

- Hjartaliga vælkomin og allarbestu eydnu við tiltakinum nú og í framtíðini. Við hesum fari eg at lýsa altjóða kamartónleikastevnuna Endurljóð 2023 at vera setta, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo