Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sí myndir her

Manningin á Havnarbátinum og Ørvi - á serstakari vitjan hjá fyrrverandi róðursmanni á Ørvi og Havnarbátinum.

Heðin og Hjørdis fingu í dag hugnaliga vitjan uppi á Glaðsheyggi, har vælupplagdar manningar komu á gátt. Tey vóru skemiliga ílatin til høvi og markeraðu seg sum stórar vinnarar og føroyameistarar. Borðreitt varð við løttum ábiti, sum manningarnar gleddist um at fáa.

Ein stórfingin vitjan, har Heðin greiddi frá síni tíð í Havnar Róðrarfelag, sum rógvari og sum róðursmaður - bæði á Ørvi og Havnarbátinum. Heðin var eisini formaður í Havnar Róðrarfelag í 7 ár, tá ið neystið av fyrstan tíð varð bygt á Hornabakka.

Manningarnar, sum vitjaðu í dag, vóru eisini sera áhugaðar í modellinum av Havnarbátinum, sum Andrass Joensen hevur smíðað, og sum Tórshavnar kommuna hevur latið Heðin fyri sína tíð - yvir 50 ár - sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu.

Prátið gekk so lystiliga, har reypan og dygdir hjá manningunum vóru havdar á lofti, og ikki minst hvat øll havnarfólk vænta sær av teimum á ólavsøku. Og hetta gjørdist eitt av teimum allar bestu úrslitunum hjá HR, har flestu bátarnir fingu sera góð úrslit og FM-heiti.

- Niðurstøðan var - at komandi ár síggja vit aftur henda góða og raska ungdómin umboða Havnina – tað gleða vit okkum til, sigur Heðin Mortensen.

Sí myndir her

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo