Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í dag varð hátíðarhildið, at múrarnir standa uppi og stóru timbursperrurnar eru reistar og festar. Harvið er ein serligur varði á leiðini rokkin, segði Heðin Mortnsen, borgarstjóri, í stuttari røðu.

Borgarstjórin legði fyri við at hugleiða um tíðina frá gamla svimjihyli og til verandi svimjihøll, og møguleikarnar fyri svimjiítróttin nú, vit fáa ein 50m langhyl. Hann nevndi eisini tey góðu úrslitini hjá okkara svimjarum.

- Undan hesum hevur verið eitt drúgvt fyrireikingararbeiði. Bæði politiskt og í aðrar mátar. Á  sumri í 2012 varð sett nevnd at gera byggiæætlan og staðseting fyri høllini. Í 2015/2016 varð byggiskrá og tørvslýsing skrivað saman við brúkaraumboðum og løgd fyri býráðið. Seinni í 2016 varð prosjektkapping útskrivað.

- SNA arkitektar vunnu hesa kapping og nakað seinni, tá verkætlanin var meiri nágreinað og víðkað, so varð ráðgevarasáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og SNA Arkitektar og teirra undirveitarar til hesa verkætlan - hesi eru Landsbyggifelagið og SMJ Ráðgeving.

- Á sumri í 2020 varð verkætlanin boðin út í heildararbeiðstøku og seinni á heysti sama ár varð lisitatión hildin. J&K Petersen hevði lægsta tilboðið. Aftaná nakað av samráðingum varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður seinni á heysti í 2020. Og síðani var farið í gongd at fyrireika byggipláss, at grava av og gera klárt fyri spreinging.

- Og nógv virksemi hevur verið fram til henda dag. Bæði í góðum og minni góðum veðri. Tilsamans eru um 33 túsund kubikk av gróti sprongd og brekkað úr lendinum og flutt av plássinum. Nakað kemur inn aftur sum planering og uppfylling. Stoyptir eru higartil 1900 rúmmetrar av betongi til fundamentir, gólv og veggir og umleið 80 tons av stáli eru reist higartil og meira kemur afturat.

- Og so eru tað sermerktu límtræssperrurnar, sum kanska mest ímynda dagin í dag. Hesar eru 41,4 metrar langar og 2,73 metrar høgar og viga um 12 tons stykkið. Tað mesta av límtrænum fer tíbetur at verða sjónligt í lidna bygningsverkinum, tá hetta stendur klárt komandi ár.

- Nógv arbeiði er eftir, áðrenn verkætlanin eftir ætlan skal standa liðugt. Eg skal veita eina stóra tøkk til J&K Petersen sum høvuðsarbeiðstakara, sum sjálvandi saman við góðum undirarbeiðstakarum standa fyri sjálvum arbeiðinum á staðnum og skipa dagligu byggingina á plássinum.

- Undirarbeiðstakararnir hava higartil verið Installl, sum standa fyri elarbeiðnum, Renovent, sum standa fyri HVS- og ventilatiónsarbeiðnum, Nomatek, sum gera vatnreinsiskipanina, og Give Steel, sum standa fyri stálmontasjuni.

- Eisini ein stór tøkk til bygginevnd, eftirlitið hjá kommununi og alt arbeiðsfólkið fyri sera gott arbeiði.Tórshavnar kommuna ynskir sum byggiharri øllum tykkum á plássinum allarbestu eydnu við arbeiðinum framyvir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo