Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Verkætlanin viðvíkjandi útbygging av verandi svimjihøll í Gundadali við nýggjari svimjihøll við langhyli, terapihyli, dampsauna, uttandura hitapotti v.m., er nú liðugt prosjekterað. Eitt høvuðsprosjekt fyriliggur og er klárt at bjóða út. Verkætlanin hevur fingið byggiloyvi.

Talan er um útbjóðing í høvuðsarbeiðstøku og skotið verður upp at bjóða fimm feløgum at luttaka í innbodnari lisitasjón.

Á eykabýráðsfundi í gjár varð mælt býráðnum til at heimila umsitingini at bjóða verkætlanina út í høvuðsarbeiðstøku, og at heimila umsitingini at samráðast við bíligasta tilboðsgevara um sáttmála at leggja fyri nevnd og býráð, umframt at heimila umsitingini at gera avtalu við ráðgeva um at hava byggileiðsluna um hendi.
 

Útbjóðingin varð samtykt í gjár. Sambært tíðarætlanini verður svimjihylurin boðin út nú, samráðingar um sáttmála skulu verða lidnar ultimo oktober, og tá skal spakin eisini setast í. Byggingin skal so eftir ætlan verða liðug ársskiftið 2022/2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo