

Runavíkar kommuna: Í kvøld tann 11. februar kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju.
Jón Magnus Joensen sýnir fram.
Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Niels Midjord og Eilen syngja. Ein drekkamuður verður eisini.
Jón Magnus Joensen (f. 1963) hevur málað síðan hann var 13 ár. Hann hevur havt eitt ótal av framsýningum ymsastaðni sjálvur og saman við øðrum. Hann hevur eisini luttikið í sensureraðum framsýningum.
Í 2003 valdi hann at fara á listaskúla í Holbæk.
Hann málar mest náttúru- og staðarmyndir. Jón dámar væl litir og ljósið í náttúruni. Hetta sæst aftur í málningum hansara.
Á hesi framsýning hevur hann miðsavnað seg um økið í Runavíkar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo